31-08-2020
ÍTRÓTTARHØLLIN OG FIMLEIKARHØLLIN LATA UPP AFTUR
Frá 1. september, verður vanliga virksemið í ítróttarhøllini í Trongisvági, og í fimleikarhøllini í Tvøroyrar skúla tikið upp aftur, eftir at hava verið niðurlagt í sambandi við korona og summarsteðg.
Virksemið verður tillagað til almennu tilmælini fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum, ið kann lesast her
Heitt verður á hvønn einstakan um at taka ábyrgd og ger sítt til at minka um smittuvandan. Mælt verður til at fylgja tilmælunum um frástøðu og reinføri við at vaska/sprita hendur.
Eisini verður heitt á borgarar í Tvøroyrar kommunu um at kunna seg um støðuna á heimasíðuni hjá kommununi, har kunna verður um serlig viðurskiftir gera seg galdandi her á staðnum.