UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
01-06-2015

Kari Petersen leiðarastarv

Fyri stuttum varð gjørt av at leggja Mýrifípuna, Sóljuna og Smæruna saman í eitt umsitingarligt øki og í tí sambandi varð lýst eftir ein leiðara.
 
Nú er tað so greitt, at Kari Petersen hevur fingið starvið.
 
Kari varð liðug sum námsfrøðingur í Tórshavn í 2003. Kari arbeiddi sum varaleiðari í Vøggustovuni við Velbastaðvegin í Tórshavn, inntil hon í 2006 flutti til Tvøroyrar, har hon hevði fingið starv sum námsfrøðingur í einum stuðulstoymi, ið júst var sett á stovn.
 
Hettar toymið hevur í dag ment seg til eina námsfrøðiliga ráðgeving hjá Tvøroyrar Kommunu. Har hevur hon hevur veitt starvsfólkunum í dagrøktini og dagstovnaøkinum, námsfrøðiliga vegleiðing og ráðgeving í mun til teirra arbeiði við børnum.
 
Spurd um, hví hon valdi at søkja leiðarastarvið, so sigur Kari, at hon hevði hug til at royna okkurt nýtt innan hennara yrki. Tá so eitt leiðarastarv var tøkt, so helt hon tað vera eina sera spennandi avbjóðing. Starvslýsingin eftirlýsti eisini fólki, ið veruliga brendi fyri tí námsfrøðiliga og tað ger hon. Hon metir seg hava nakað at geva stovninum og er sera spent uppá uppgávuna. 
 
Starvið er sett til at byrja 1. Juli og dagliga arbeiðsplássið verður barnagarðurin Mýrifípan í Trongisvági.
 
Tvøroyrar Kommuna ynskir Kari hjartaliga til lukku við starvinum.
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo