02-10-2020
Heystmarknaðurin – Yvirlit og tilmæli
Borðini í tjaldinum eru pyntaði av Sp/f Karl Jespersens Blómuhandli, ið heldur til í Valarabrekkuni. Sí her
https://www.facebook.com/Spf.HjaKarlJespersen
Starvsfólk í teknisku deild hava hongt perur upp í teltinum og JSS hevur lánt kommununi ein gasshitara, soleiðis at hitin í tjaldinum verður hóskandi.
Heitt verður á fólk um at halda galdandi tilmælir frá myndugleikunum, viðvíkjandi frástøðu og reinføri, nú Covid-19 smittan framvegis ger um seg í Føroyum. Vaktarfyritøkan ANSNI kemur at standa fyri eftirlitinum, soleiðis at ikki ov nógv fólk savnast í tjaldinum samstundis og annars halda eyga við, at fólk minnast til at halda tilmælini.
Luttakandi
Á Regninum – Næstin – JSS – Matkovin – Útistovugarður á Trøllanesi – Fiskasølan hjá TB – Tvøroyrar Sjóvinnu- og Bygdasavn - Veltan
Tónleikainnsløg
Kl. 14:00 fara Guðrun Sólja Jacobsen á pall, saman við Janus Kampmann.
Kl. 15:00 fer bólkurin Tonika á pall
Fletting
Kl. 16:00 fer Hartvig Bech at fletta eitt lamb í tjaldinum. Til ber at bjóða uppá lambið.
Kar við livandi fiski
Gongst sum ætlað, so fer at bera til at síggja livandi fisk og kanska krabbar o.a.t., í kørunum, ið koma at standa beint uttanfyri inngongdina. Delta Seafood, á havnarlagnum, hevur verið kommununi beinasamt í hesum sambandi, eins og góðir menn hava hjálpt til, við at fáa okkurt livandi til vega.
Annað:
Flestu handlarnir hava langan leygardag á Tvøroyri í morgin og hava opið ti kl. 16:00.
Café Salt og Glasstovan hava serlig tilboð í morgin, í samband við at heystmarknaður er.