UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
30-10-2020

Sálarfrøðilig viðtalustova letur upp á Tvøroyri

Tórsdagin 5. november 2020, letur nýggj sálarfrøðilig viðtalustova upp á Tvøroyri. Á ovaru hædd í gomlu læknamiðstøðini á Sjógøtu 23, fer sálarfrøðingurin Linda Jepsen at halda til.

Linda er 32 ára gomul og upprunaliga úr Froðba. Sum hálvtannað ára gomul flutti hon, og familjan, til Danmarkar. Hóast unga aldurin, tá hon flutti av landinum, so hevur hon varðveitt sambandið til heimbygdina og hevur ferðast heim til Froðbiar so at siga hvørt summar. Sambært Lindu, so hevur hennara uppruni altíð fylt nógv og hon hevur altíð elskað at leita heim aftur á klettarnar.

Linda varð liðugt útbúgvin sum sálarfrøðingur í Aalborg í 2015. Seinastu 5 árini hevur hon uppbygt sær royndir bæði innan privata- og almenna arbeiðsmarknaðin. Spurd um hví hon nú hevur valt at flyta til Føroyar, so sigur hon, at bæði hon og maðurin, ið er av Argjum, høvdu eitt ynski um, at børn teirra skuldu sleppa at uppliva at búgva í Føroyum. Her sleppur ein veruliga at vera barn og tryggleikin og náttúran í Føroyum eru einastandandi.

Linda hevur eisini tosað við fakfólk í nærumhvørvinum, eitt nú læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, og er hon avgjørd um, at tørvur er á sálarfrøðingi í oynni. Linda fer at hava opið tórsdagar og fríggjadagar á Tvøroyri – hinar dagarnir verður hon á viðtalustovu hennara í Tórshavn, ið hon somuleiðis letur upp í næstum. Linda sigur, at í løtuni er hon í barnsburðarfarloyvi, men longu komandi mánadag hevur hon sína fyrstu samrøðu sum sálarfrøðingur í Føroyum.

Tað er stutt tíð liðin, síðan Linda setti seg í samband vioð Tvøroyrar kommunu, fyri at hoyra um okkurt høli skuldi verið tøkt í býnum. Linda sigur, at hon fekk sera góða hjálp og leiðbeining frá kommununi. Tá av tódnaði vóru fleiri hølir at velja ímillum, bæði privat og kommunal. Valið fall so á gomlu læknamiðstøðina, ið Linda sigur veruliga hava sál og søgu.

Linda bjóðar sálarfrøðiliga viðgerð í viðtalustovuni og samstarvar hon eisini við Heilsutrygd. Hetta merkir, at eru treytirnar uppfyltar, so ber til at fáa ískoyti frá Heilsutrygd. Viðgerðin fevnir millum annað um sorg, vanlukku, stress/angist og annað viðkomandi. Parterapi er eisini partur av útbúgvingini hjá Lindu.

Linda sigur, at tað fyri hana er sera týdningarmikið, at fólk kenna seg trygg í viðtalustovuni. Sum sálarfrøðingur roynir hon altíð at vera fordómsfrí og at síggja tað heila menniskjað – eingin skal kenna seg stigmatiseraðan í hennara viðtalu.

Longu nú ber til at bíleggja sær tíð hjá Lindu, á heimasíðuni, ið er at finna her https://www.psykologlindajepsen.fo/

Tvøroyrar kommuna ynskir Lindu hjartaliga vælkomna heim aftur til Tvøroyrar og ynskir henni bestu eydnu við virkseminum.

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo