Seinastu mongu árini hava vælveruvenjingar 65+ verið eitt tilboð til tey eldru í Tvøroyrar kommunu. Hóast fleiri av okkara eldru eru væl fyri og røra seg nógv, so vil tað altíð vera ymiskt, ið ein ikki ger í tí dagliga og tískil hevur tørv á venjingum fyri at halda tað fysisku javnvágina í kroppinum.
Gudrid Nolsøe, fysioterapeutur, hevur tikið sær av vælveruvenjingunum seinastu 10 árini og seinastu 3 árini er tað saman við Biritu Thomsen, ergoterapeuti, at venjingarnar fyriganga. Tær siga, at tað er so ótrúliga lívsjáttandi at skipa fyri venjingunum, tí tey luttakandi koyra við venjingunum uttan mun til aldur og eru so sera glað fyri tilboðið, at tey vilja nærum ikki steðga á, nú várið og summarið byrja. Uppmøtingin hevur verið einastandandi góð, serliga í ár so íbúgvar 65+ í Tvøroyrar Kommunu, kunnu ikki annað enn sigast at gera nógv fyri bæði tað fysisku, sálarligu og sosialu heilsuna.
Flest øll siga, at venjingarnar geva veruliga nakað til gerandisdagin. Kroppurin “loysnar upp” og dagliga tilveran og arbeiðið gerast nógv lættari. Tilboðið er eisini annað enn venjingin eina, tí tað sosiala gerst av sær sjálvum ein týdningarmikil partur. Fólk koma saman báði áðrenn og aftaná venjingina og sita og fáa sær frukt, okkurt at drekka og eitt gott práta um leyst og fast. Kenslan er góð beint eftir venjing og lagið er eisini hareftir, tá fólk fara heim. Anton Øster, ið er ein av luttakarunum, sigur, at fyri hann er hetta ótrúliga gevandi. Hann og konan hava verið við seinastu tvey árini. Hann fór við, tí honum hevur altíð dámt væl at røra seg og hava hann og konan eisini dansað í samfull 35 ár – sokallaðan enskan dans. “Venjingarnar eru fantastiskar”, sigur Anton. Har eru ymiskar rørslur, ið ein ikki ger í tí dagliga og tað er gott fyri kroppin. Tað sosiala er eisini gott og luttakararnir stuttleika sær saman. Anton sigur, at onkuntíð eru tey heilt upp í 35 luttakarir.
Ein annar luttakari sigur, at hetta er fyrstu ferð í 25 ár, at hann hevur megnað at ganga trappurnar niðan til húsini hjá sær, uttan at halda í, og aftur ein onnur sigur, at hon var skrivað upp til skurðviðgerð fyri ryggin, men hesum slapp hon undan, tí venjingarnar gjørdu henni so gott at pínan fór vekk.
Vanliga eru vælveruvenjingar týsdag og tórsdag frá 16:00-17:00 í skúlahøllini í Ítróttarhøllini í Trongisvági og øll eru hjartaliga vælkomin – har er altíð pláss til ein afturat. Tó nærkast summarstøðgurin nú og vant verður bert tórsdagar í apríl mánaði, har tað síðan verður farið í summarferiu inntil fyrst í september.