Niðurstøða hjá LUM -Løgtingsins umboðsmanni:
Hendan klagan snýr seg um tvey viðurskifti. Tað fyrra er, um málsviðgerðin hjá Tvøroyrar kommunu av útbjóðingini av rakstrinum av kantinuni í ítróttarhøllini í Trongisvági var nøktandi, og tað seinna, um viðgerðin av innlitsumbøn klagarans var røtt.
Umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu tekur niðurstøðuna hjá LUM viðv. innlitsumbøn av málinum “Útbjóðing av rakstrinum av kantinuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági” til eftirtektar, og hevur viðgjørt hesa av nýggjum.
Umsitingin ásannar, at tað var ikki rætt atborðið samb. Kunngerð nr. 198 frá 15. desember 1993 um gjald fyri avrit og fotoavrit eftir lógini um innlit í fyrisitingina, at krevja gjald á kr. 27,- frá kærara fyri margfaldan av skjølum, og samstundis ikki útflýggja kærara hesi skjøl, men bert lata hesi til lesnað. Umsitingin hevur tí avgjørt av nýggjum, at útflýggja kærara innlit í øll skjøl í málinum 20/00399 –”Útboð av rakstri av kantinuni í ítróttarhøllini”, samb. LL nr. 133 frá 10. juni 1993 innlit í fyrisitingina.
Viðv. avgerðini hjá Tvøroyrar býráð hin 28.01.2021, um at fylgja tilmælið hjá innstillingarbólkinum, at halda fast við tað tryggu og kendu loysnina, við sama loyvishavara, sum hevur rikið kantinuna í 15 ár, og sum hevur virkað soleiðis, at virksemið í kantinuni verður avmarkað og tillagað til tørvin í Skúla- og ítróttardeplinum, eins og hetta hevur verið gjørt í seinastu 15 árini, verður henda býráðssamtyktin ikki broytt, og stendur við, vísandi til at:
LUM staðfestur at eginrættarligar gerðir fella uttanfyri avgerðarhugtakið sambært fyrisitingarlógini. Eftir mínari meting er tað, at kommunan velur eitt tilboð í eini útbjóðing fram um eitt annað, ein eginrættarlig gerð hjá Tvøroyrar kommunu, og er hendan avgerð tí ikki fevnd av fyrisitingarlógini. Hetta viðførir, at eg ikki kann viðgera, hvørt avgerðin hjá kommununi, um val av vinnandi tilboði, var ein røtt avgerð.
Tvøroyrar kommuna hin 21. Juni 2021
Fróði Mortensen, kommunustjóri