UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
03-07-2015

Jóansøkan 2015 væl eydnað

Nú jóansøkan 2015 er farin afturum, kunnu vit líta aftur á eina stevnu, har ikki einans veðrið vísti seg frá síni bestu síðu – ítróttarligu úrslitini vóru eisini framúr góð.

Longu ónskvøld høvdu vit eina sera góða løtu á Hvítanesi í dýrdarveðri. Bál var fyriskipað og manningin á Ms Thorshavn skipaði fyri sølu av bollum og onkrum afturvið. Heilt nógv fólk vóru komin saman til tiltakið, ið eisini bjóðaði uppá røðu og felagssang.

Tórskvøldið var sera forkunnugt, við ikki færri enn 4 listarligum ferniseringum og er tað okkara vón, at framsýnararnir hava fingið fitt av vitjanum undir stevnuni.

Hóast heldur vátt undir setanini fríggjakvøldið, so var tað ein fragd at síggja so nógv luttakandi í skrúðgonguni. Verjuskipið Triton luttók eisini á stevnuni og vóru teir sera sjónligir í býarmyndini við luttøku í kappróðri, til setanina, miðnáttarsangin, vatndyst og gudstænastu.

Á fjørðinum vunnu allir bátarnir hjá FSR sínar kappingar og bæði tey ovastu liðini hjá TB vunnu sínar jóansøkudystir. Nýggja havnarlagið vísti seg at vera ein veruligur fongur fyri stevnuna, tí mong ár munnu vera farin síðan so nógv fólk hava fylgt við, teir seinastu metrarnar av róðrunum. Róðrarfelagið eigur rós uppiborið fyri eina fyrimyndarliga fyriskipan á havnarlagnum.

Í miðbýnum rungaði tónleikurin frá tíðliga á kvøldi til væl út á náttina. Serliga løtan við miðnáttarsangi og røðu, stendur fast í minninum. Har var stúgvandi fult av fólki og sangurin gekk so einastandandi væl undir kønu hondini hjá Marner Lisberg.

Hóast stórt tónleikatiltak aðrastaðni í landinum, so varð enn einaferð prógvað, at jóansøkan er ein haldgóð stevna, ið savnar alla oynna, eins og gestir norðanfjørðs, til ítrótt, samanhald og hugnaliga samveru.

Vit fara hjartaliga at takka øllum luttakandi á stevnuni, tað veri seg ítróttarfeløgum, áhugafeløgum, sjálvsognarstovnum, framsýnarum, hjálparfólki, tónleikarum og vinnurekandi, fyri eina sera góða jóansøku 2015. Tað er tykkara íkast, ið ger at stevnan framhaldandi er verd at vitja, uttan tykkum var eingin jóansøka.

Tvøroyrar Kommuna

(myndina av jóansøkuni 2015, eigur Astrid Vestergaard) 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo