UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
26-08-2021

Dugni byrja virksemið í Suðuroynni

Í samband við at Dugni nú hevur byrjað sítt virksemi í Suðuroy, bjóðaði Dugni til almenna móttøku í SALT onsdagin 25. august kl. 16.00, har meira enn 150 fólk vóru møtt fyri at hoyra um ætlanirnar hjá Dugna í Suðuroynni. 

Allir býráðslimir í Suðuroynni vóru boðin við til móttøkuna, og vóru umframt nógvir suðuroyingar, meira enn 70 fólk komin suður við Smyrli at síggja og hoyra um spennandi ætlanirnar hjá Dugna í Suðuroynni.

Tvøroyrar kommunu, hevur samstarva við Dugna um ætlanina og latið skrivstovu og goymslu hølir til Dugna á Tvøroyri, fyri at virksemið hjá Dugna kann fáa eina góða byrjan í Suðuroynni.

Í hesum sambandi var vitjan í býráðssalinum hjá Tvøroyrar kommunu av Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í Almannamálum, saman við Marjun Turid Magnussen, deildarstjóra í Almanna- og familjumálum, Símun Jóanesarson Hansen, fulltrúi, Barbara Álsvdóttir Thomsen, fulltrúi og Una Rasmussen, form. í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum,  samt Hedvig Johansdóttir Stjóri á Dugna og Jórun Gardar, forkvinna í stýrinum fyri Dugna, har tikið var samanum samstarvið millum Dugna og Tvøroyrar kommunu, áðrenn leiðin gekk yvir á SALT á Drelnes, har Dugni hevði bjóða til almenna móttøku.

Fleiri røður vóru hildnar í SALT, eins og góður lokalur tónleikur var á skránni, og sum vant, var borðreitt við leskiligum ábiti, kaffi og køkum.

Hedvig Johansdóttir Stjóri á Dugna ynskti øllum vælkomin og greiddi frá um virksemið hjá Dugna. M.a. at “Dugni hevur til endamáls at skipa fyri arbeiðsvenjing og endurbúgving. Málbólkurin eru borgarar í Føroyum, ið hava torført við at fáa, ella at varðveita arbeiði”

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur segði í sínari røðu m.a. atVit kenna longu tey vælvirkandi tilboðini, sum Dugni hevur fingið bygt upp: Skúlan við Áir, verkstøð og handlar, á Kambsdali, í Klaksvík og á Hjalla í Havn. Her fáa hesir borgarar roynt síni arbeiðsevnir ella at skúla seg, so tey kunna gerast sjálvbjargin og partur av arbeiðs- og útbúgvingarøkinum.

Tó hevur tað mangla eitt líknandi tilboð fyri hendan málbólk í Suðuroynni.

Her hava tit góðar møguleikar fyri, undir tryggum kørmum, at skipa tykkara virksemi. Bæði fyri ung, sum ikki fáa ella megna at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Og borgarar, sum hava eitt nú byrjandi demens, sclerosu og parkinson, og sum ikki longur megna at vera á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Hesir karmar fara at verða við til at gera tað møguligt hjá tykkum á Dugna, at røkka tykkara endamáli fyri Suðuroynna. Her fara nógv fólk at fáa ein aktivan arbeiðsdag og harvið ein innihaldsríkan gerandisdag. Og við dugnaligum starvsfólkum at leggja til rættis og stuðla undir, eru tit væl útborðin til at taka av avbjóðingini, sum skal búgva tykkum enn betur sum virknir samfelagsborgarar

Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri helt røðu vegna Tvøroyrar kommunu, har hon ynskti Dugna vælkomnan til Suðuroynna. Anita segði m.a. at “Talan er um ein gleðidag nú dugni hevur staðsett eina deild í Suðuroynni, og fer undir  at byggja sítt virksemi upp, eins og tað er aðrastaðni í landinum. At  hetta er talan um eina sólskinssøgu, nú fólk, sum á ein hvønn hátt hava fingið skert flog, kunna fáa hetta týdningarmikla tilboð, sum fer at styrkja arbeiðsførleikarnar hjá teimum, í nærumhvørvinum.

Anita takkaði eisini landstýriskvinnuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fyri, at tilboðið hjá Dugna, nú gerst møguligt fyri suðringum. Og hon segði seg hava álit á, at løgtingið framhaldandi setur pening av, so hendan deildin hjá Dugna kann mennast og vera ein sólskinssøga, eins og vit hava sæð tað aðrastaðni í landinum.

Eisini vóru tey bæði starvsfólkini hjá Dugna í Suðuroynni deildarleiðarin Eyðstein Jacobsen og Birita Johansen, ynskt allarbestu eydnu og hepna hond við at byggja virksemið hjá Dugna upp í Suðuroynni”

Til seinast vóru gávur handaðar av Tvøroyrar kommunu, ið allar eru framleiddar av lokalum fólkum her á staðnum, og av endurnýtslu tilfari, ið er eitt av vørumerkinum hjá Dugna.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Hedvig Johansdóttir Stjóri á Dugna, Jórun Gardar fingu gávu framleidda av Brikolasj /v. Anna Mortensen og Eyðstein Jacobsen, deildarleiðari fyri Dugna í Suðuroynni fekk listaverk framleidd av Vígdis Petersen.

 
 
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, saman Una Rasmussen, løgtingslimi á vitjan hjá Tvøroyrar kommunu
 
 
Anita Vibergsdóttir,  Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Uni Rasmussen, Marjun Turid Magnussen, deildarstjóri Almanna- og familjumál, Símund Jóanesarson Hansen, fulltrúi, Barbara Álsvdóttir Thomsen, fulltrúi, Fróði Mortensen, Hedvig Johansdóttir Stjóri á Dugna, Jórun Gardar forkv. í stýrinum fyri Dugna
 
 Anita Vibergsdóttir handaði gávur frá Tvøroyrar kommunu til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Hedvig Johansdóttir Stjóri á Dugna, Jórun Gardar forkv. í stýrinum fyri Dugna, -gávur framleiddar av Brikolasj /v. Anna Mortensen og Eyðstein Jacobsen, deildarleiðari fyri Dugna í Suðuroynni fekk listaverk framleidd av Vígdis Petersen. Talan var um gávur framleidar av endurnýtslu tilfari, ið er eitt av eyðkenninum hjá Dugna.
  
Myndir úr SALT 25. august 2021 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo