26-08-2021
Pakkhús 4 opið aftur
Væl umtókta ungdómshúsið á havnarlagnum, Pakkhús 4, ið Tvøroyrar kommuna eigur og rekur, er nú latið upp aftur. Fyrradagin fingu tey ungu í býnum so aftur høvið til at stytta sær um stundir í hesum frálíka húsi, ið hevur so nógv at bjóða.
Estrid Kristensen, leiðari, sigur, at tað sást á teimum ungu, at tey vóru sera fegin um at Pakkhúsið lat upp aftur. Henda dag var húsið opið fyri teimum úr 3. til 7. flokk frá kl. 13:30 – 17:00, og teimum frá 7. flokki til og við 18 ár, frá kl. 19:30-23:00. Longu fyrsta dagin vóru heili 70 børn og ung á vitjan og ber tað boð um, at tørvur er á tilboðnum.
Burtursæð frá sjálvum hugnanum í at vera saman við øðrum, so nýttu tey ungu m.a. høvið til at spæla biljard, borðtennis, Playstation, teldu og borðspøl. Pláss er eisini til kreativu sálirnar og fyrradagin vóru nøkur, ið gjørdu lyklaringar.
Í løtuni broytast upplatingartíðirnar nakað og tí sigur Estrid, at neyðugt er at fylgja við í bólkinum hjá Pakkhús 4 á Facebook, tí hon leggur tíðirnar út har, so hvørt tær eru klárar.
Estrid sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin at vitja í Pákkhús 4 – har er pláss fyri øllum!
(Myndin er tikin í juni, tá vitjan var úr Vestmanna)