Tvøroyrar Skjalasavn, ið heldur til á Havnalagnum á Tvøroyri, er eitt satt gullnám, um tú ynskir at vita eitt sindur um søguna um bygdirnar kring Trongisvágsfjørð.
Kári Jespersen, savnsleiðari, og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, hava savnað eina ørgrynnu av tilfari saman, síðan savnið varð samtykt í býráðnum, á heysti 2017. Í juli í fjør læt savnið alment upp og sostatt hava borgarar, og onnur, ið hava tørv á kunning um eitthvørt, møguleikan fyri at leita sær hjálp har.
Nú savnið hevur virkað eina tíð, so gerst tað alsamt meira kent kring landið og uttanfyri landoddarnar, at onkur savnar inn tilfar um Tvøroyrar søgu. Hesa vikuna vitjaðu vit tí savnið bæði týsdagin og í gjár, tí okkurt heilt serligt var á vási.
Týsdagin vísti Kári okkum eina gerðabók hann hevði fingið sendandi allan vegin av Fanø í Danmark. Ivan Carlsson, ið er ættaður av Tvøroyri, men hevur búð í Danmark seinastu mongu árini, var í sínari tíð virkin skóti í Skótaliðnum FLØTT. Í sínari varðveitslu hevði hann eina gamla gerðabók frá Dúgvu patrulju og vildi hann fegin lata Skjalasavninum hana. Í bókini eri fundarfrágreiðingar frá tíðarskeiðnum frá 1964 – 1971 og hava mangir navnframir mans skrivað í hana, meðan mangir aðrir verða umrøddir.
Kári sigur, at nú hevur Skjalasavnið næstan allar gerðabøkur frá skótaliðnum savnaðar undir sama taki og er tað sera stuttligt og áhugavert. Hesar bøkur geva okkum eina mynd av, hvussu lívið var tá og hvussu ungdómurin á staðnum fekk tíðina at ganga.
Í gjár fekk savnið enn eina forkunnuga gávu – hesaferð úr Hjørring í Danmark, frá Bjarna Åkeson Filholm. Pakkin innihelt myndasavnið hjá abba Bjarna, Albin Åkeson, svia, ið kom her at arbeiða sum kolanámsmaður í 1901. Bjarni hevði arvað tað frá mammu síni, Sonju, ið var dóttir Albin. Hann helt myndasavnið koma meira til sín rætt á Skjalasavninum og sendi tí hesa stórfingnu gávu aftur til Tvøroyrar, haðani stórur partur av myndunum upprunaliga komu.
Fyri uttan áhugaverdar familjumyndir, av kendum tvørafólki, so eru eisini myndir av Tvøroyri og øðrum støðum í Føroyum. Myndirnar eru, eins og mongu innkomnu skjølini á savninum, við til at geva okkum eina heildarfatan av søgu Tvøroyrar og styrkja samleika okkara sum borgarar her á staðnum. Ætlanin er so líðandi at leggja myndirnar út alment, so fólk kunnu viðmerkja og kanska koma við hentum upplýsingum um persónarnar á myndini, ið ikki altíð eru kendir.
Kári og Jens Pauli siga, at teir fegnast um hvørja ta einastu gávu, ið verður latin savninum í varðveitslu. Savnið er til tað sama og teir eru altíð klárir til eitt prát, skuldi onkur verið, ið kanska heldur seg hava okkurt, ið kundi verið áhugavert hjá savninum.
Til ber at ringja til savnsleiðaran, Kára Jespersen, á tlf. 217259 ella at senda teldupost á karij@tvoroyri.fo um fyrispurningar eru.