Fyrradagin hevði Tvøroyrar kommuna vitjan av einum ferðaliði úr danska Fólkatinginum. Saman við tveimum embætisfólkum og einum umboði fyri Ríkisumboðið í Føroyum, komu tey til Suðuroynna mánamorgun.
Á Tvøroyri var borgarstjórin, Kristin Michelsen, vertur fyri vitjanini. Ferðaliðið vitjaði fyrst í gamla handlinum hjá T.F. Thomsen á havnalagnum, har borgarstjórin tók ímóti í trappuni og helt eina røðu. Inni í gamla handlinum fingu gestirnir leskiligan pinnamat, ið Glasstovan hevði staðið fyri.
Kári Jespersen, savnsleiðari, greiddi hegnisliga frá søguni á staðnum og vóru gestirnir sera áhugaðir og spurdu nógv. Vitjað varð síðan í Gestastovuni áðrenn leiðin gekk yvir á Seglloftið og har frá yvir í Pakkhús 4, har Estrid og børnini stákaðust. Í Pakkhús 4 bakaðu børnini bollar og gestirnir vóru hugtiknir av umhvørvinum. Serliga áhugaði vóru tey í málningunum, ið børnini høvdu málað.
Komin út aftur, greiddi Kári frá ætlanunum við Pakkhús 18, ið herfyri fekk stóra játtan, millum annað úr Fólkatinginum, til at umvæla og seta bygningin í upprunastand. Komið varð eisini inn á Skjalasavnið, áðrenn leiðin gekk yvir til Varðan Pelagic.
Ólavur Bjarkhamar, framleiðslustjóri, tók ímóti, saman við umboðum fyri leiðsluna á Varðanum. Vitjanin á Varðanum var væl fyrireikað og Ólavur hevði eina sera áhugaverda framløgu um stóra, framkomna virkið. Gestirnir fingu síðan eina rundvísing á virkinum, áðrenn farið varð umborð á M/S Thorshavn, har Jóannes Eidesgaard var skipari.
Umborð var livandi tónleikur við Hentzari Hammer og Terja Nielsen. Siglt varð vestur ímóti Hvítanesi, áðrenn skipið snaraði suðuryvir, ímóti Drelnesi. Nú hoyrdist vakur trompettónleikur úr saltsiloini. Tróndur Enni stóð á ovastu balkongini og spældi eina tulking av tvørasanginum – ein heilt serlig og vøkur løta hjá gestunum.
Ólavur Rasmussen, stjóri í SALT, tók ímóti endanum frá Thorshavn og bjóðaði gestunum vælkomin inn um í stásiliga mentanarbygningin. Hann greiddi frá um søgu bygningsins og hvussu arbeitt hevði verið fram ímóti at endurreisa hann.
Dagurin endaði við einum sera góðum nátturða, ið Anita Farstad stóð fyri. Gestirnir fingu millum annað høvið til at royna føroyskan laks og føroyskt lambskjøt. Lív og Tróndur spældu nøkur løg og somuleiðis Hentzar og Terji.
Gestirnir vóru sera væl nøgdir við vitjanina á Tvøroyri og takkaðu hjartaliga fyri stórfingnu móttøkuna. Ferðaliðið fór avstað aftur við Smyril 18:45, á víðari ferð teirra kring landið.
Tey vitjandi vóru:
Socialdemokratiet:
Camilla Fabricius
Orla Hav
Rasmus Horn Langhoff
Socialistisk Folkeparti:
Karina Lorentzen Dehnhardt
Halime Oguz
Radikale Venstre :
Samira Nawa
Kathrine Olldag
Enhedslisten:
Rosa Lund
Alternativet:
Torsten Gejl
Venstre:
Jane Heitmann
Torsten Schack Pedersen
Kim Valentin
Dansk Folkeparti:
Hans Kristian Skibby
Bent Bøgsted
Det Konservative Folkeparti:
Brigitte Jerkel
Edmund Joensen, fólkatingslimur, umboðandi Sambandsflokkin, var eisini við á vitjanini.
Úr umsitingini hjá Fólkatinginum:
Samskipari:Marcelle Sarosi
Skrivari: Annette Michelsen
Ríkisumboðið:
Leiðandi ráðgevi: Elsa Maria Østergaard