UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
02-11-2021

Útibarnagarðurin flytir

Útibarnagarðurin flytir vegna plásstrot í barnagarðinum

Yvirskriftin ljóðar kanska ikki so positiv, men í veruleikanum er hetta ein avleiðing av, at tilgongdin av børnum hevur verið sera stór, síðan nýggi barnagarðurin lat upp í januar.

Longu nú er trot á vøggustovuplássum í barnagarðinum, og tí hevur Tvøroyrar kommuna gjørt av, í samráð við leiðara og starvsfólk í barnagarðinum, at flyta útibarnagarðin oman í hølini í kjallaranum í Trongisvágs skúla, frá 1. januar 2022.

Hølini eru tey somu, ið vórðu nýtt áðrenn barnagarðurin bleiv útbygdur. Børn og starvsfólk vóru sera glað fyri hølini tá og vónandi fer tað eisini at verða soleiðis komandi ár, nú umstøðurnar gera tað neyðugt at flyta.

Børnini hava her enn størri pláss at spæla í, bæði úti og inni og neyðugt verður ikki at ansa eftir teimum smáu børnunum, tá tey t.d. eru úti og súkkla.

18 børn ganga í løtuni í útibarnagarði í barnagarðinum Mýrifípan. Tá barnagarðurin lat upp 1. januar 2020, vóru uml. 30 børn undir 3 ár knýtt at vøggustovunum. Í dag er tað talið 39 og móti vári 2022, kann væntast at talið nærkast 50 børnum undir 3 ár. 

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo