Kristian Djurhuus (1895-1984) var sýslumaður í Suðuroy í 45 ár, frá 1920 til 1965.
Hetta er alt tilfar, sum nú er grundarlag undir bókini, sum lýsir tíðina frá 1895 til byrjan 1940, frá barnaárinum á Kongabrúnni í Havn og fram til bretsku hersetingina í 1940.
Óli greiddi frá at ein stórur partur av bókini snýr seg um upplivingarnar hjá Kristian Djurhuus sum 24 ára gamal var útnevndur sum sýslumaður í Suðuroy. Talan er bæði um tær stuttligu, syrgiligu, dramatisku og politisku upplivingarnar. Av tí at Kristian Djurhuus ferðaðist til árligar grannastevnur, kom hann í samband við fólk og bygdir í allari oynni – frá Sumba til Sandvíkar.
Kristian dugdi sera væl at skriva endurminningar, og lýsir hann fleiri skemtiligar hendingar, so sum tá Christian Kongur á almennari vitjan í Føroyum í 1921 hevði gron. Ein onnur stuttlig hending var, tá ið kona fútan misti tolið og gav manninum boð um at skjóta eftir bretskum veiðutjóðum, sum fiskaðu innan fyri mark.
Fleiri syrgiligar hendingar eru tó eisini við í bókini. Eitt var, tá ið Kristian í 1919 varð sendur út í Hest at troysta avvarandi aftaná skaðadagin, tá ið 11 menn í bygdini sjólótust. Ein onnur hending var í Stóru Dímun har ungi bondin doyði av vanlukku.
Høgni og Óli greiddi frá, at nógv tilfar er eftir frá tíðini undir krígnum og fram til 1984, tá Kristian Djurhuus doyr, sum vónandi kann útgevast í einari seinni útgávu.
Eisini er í bókini frásøgn hjá Margrethu, konu Kristian, frá hennara barnaárum inni í Heiðunum á Skálafjørðinum.