UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
28-01-2022

Sløkkiliðið umfatandi skeiðsvirksemi

Vanliga knýta vit Tvøroyrar Sløkkilið, ið eisini umfatar Hvalbiar og Fámjins kommunur,  til minni hugaligar hendingar, so sum eld, stormskaðar og so framvegis. Tvøroyrar Sløkkilið hevur tó eisini aðrar uppgávur, har ímillum at skipa fyri skeiðum í grundleggjandi vitan um eldsløkking. Anfinn H. Leo, átaksleiðari, sigur, at skipað hevur verið fyri skeiðum líka síðan uml. 2003.

Fyrr varð antin farið út til viðskiftafólkini at hava skeið, ella varð skúlin nýttur. Í februar 2021 fekk sløkkiliðið nýggjar, góðar umstøður at virka í, tá flutt varð inn í høllina á Langabakka, har Magn áður helt til. Her eru framúr góðar umstøður til sløkkiliðið at virka í.

Anfinn sigur, at hesa tíðina, síðan nýggju hølini vórðu tikin í nýtslu, hava teir havt úr at gera við at hava skeið fyri stovnum og skúlum. Í skeiðshølunum hava teir alt tað, ið neyðugt er og 12 fólk kunnu vera í hølunum í senn. Hesi sleppa at royna alt hugsandi, so sum pulvursløkkjara, skúmsløkkjara, co2 sløkkjara og eisini hava teir eina bingju, har til ber at lata royk inn í, soleiðis at fólk kunnu royna hvussu tað er í einum roykfyltum høli.

Hesar seinastu mánaðirnir hava 218 fólk verið á skeið hjá Tvøroyrar Sløkkiliði og átaksleiðarin sigur, at afturmeldingarnar hava verið sera, sera góðar. Fólki dámar væl at sleppa at royna ymiskt ting og ikki einans sita og fáa teoretiska undirvísing.

Anfinn sigur, at í Tvøroyrar Sløkkiði eru teir altíð klárir til at veita skeið til áhugaði, óansæð hvar í landinum virkir, stovnar og onnur koma frá. Til ber altíð at ringja til átaksleiðaran á 272 112 og fáa eitt prát um hetta.

Til ber at síggja fleiri myndir á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook her 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo