UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
18-03-2022

Framvegis fótbóltur í bestu deildini í Suðuroynni

Harrarnir mugu taka til takka við tilveruni í lægru deildunum í ár, men kvinnuliðið hjá TB-FCS-Royn skal nú royna seg í bestu kvinnudeildini, Betri-deildin, ið hon eitur.

Vit fingu fatur á Allani Smedemark á telefonini úr Íslandi. Hann er ávegis heim úr New York, har hann hevur verið í arbeiðsørindum fyri Varðan Pelagic. Allan er, saman við Jón Paula Olsen, venjari hjá besta kvinnuliðnum.

Tær høvdu eitt gott ár í fjør og spældu seg upp í bestu deildina fyri kappingarárið 2022. Hetta er sjálvandi fyrsta ferðin hjá unga felagsliðnum, men bæði VB og Sumba hava roynt seg í bestu deildini áður.

Allan sigur, at nú verður mótstøðan ein heilt onnur. 1. deild og Betri-deildin kunnu als ikki samanlíknast, tí kann roknast við mongum, sera truplum dystum. Hann sigur, at hóast tað, so eru kvinnurnar uppsettar upp á at geva alt tær eiga. Hetta árið verður at meta sum eitt menningarár hjá liðnum og vónin er heilt greitt, við tíðini, at bíta seg fastar í bestu deildina.

Liðið er sera ungt og er manningin úr allari oynni. Tær venja 4 ferðir um vikuna, helvt um helvt á Tvøroyri og í Vági og dystirnir verða eisini spældir á báðum støðum.

Í morgin møta tær Víkingi og eru tær sera spentar til dystin, ið verður kl. 15:00 á Eiðinum í Vági. Tær vóna at síggja eina rúgvu av áskoðarum til dystin.

Tvøroyrar kommuna ynskir TB-FCS-Royn, og venjarunum, bestu eydnu við kappingarárinum.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo