Nú Tvøroyrar kommuna hevur gørt av, at dagføra bátahylin undir Tvørabakka, kemur hetta at órógva umstøðurnar at hava bát liggjandi í bátahylinum í uml. 10 vikur, og mugu -í fyrsta umfari- allir bátar á norðari síðu flytast.
Bátaeigarar, sum eiga neyst vera bidnir um at draga bátin, meðan eigarar av smærri bátum, verða bidnir um at taka bátin til hús ella at stilla henda á økið við gomlu bedingini í Trongisvági.
Avmarkað pláss er í Súpanarvíkini til uml. 4 av teimum størru bátunum, sum ikki hava aðrar møguleikar at liggja. Um hetta ikki er nokk, hevur Hvalbiar kommuna bjóða Tvøroyrar kommuna at vísa til bátahylin í Hvalba, meðan arbeiði uppá bátahylin undir Tvørabakka fer fram.
Mett verður at arbeiði kemur at strekkja seg yvir eitt tíðarskeið á minst 6-10 vikur, og verður heitt á bátaeigarar um at vísa tolsemið hetta tíðarskeiði.
Tvøroyrar havn skipar fyri arbeiðinum higani tilber at fáa leiðbeining.