VIRKIN OKTOBER 2022
Tvøroyrar kommuna er partur av verkætlanini “ABC fyri sálarliga heilsu”, ið Fólkaheilsuráðið stendur fyri. Endamálið við verkætlanini er at gera fólk varug við, hvussu vit kunna styrkja okkara sálarligu heilsu.
Kókað niður til trý høvuðshugtøk í ABC, so stendur verkætlanin fyri A) Ver virkin – likamliga, sálarliga og andaliga. B) Ver saman – ger okkurt saman við vinum, familju og øðrum bólkum/felagsskapum. C) Ver hugbundin – í onkrum, sum gevur tær eina kenslu av meining í lívinum.
HUGSKOT HVØNN DAG
ABC-verkætlanin hevur valt oktober at vera “virkin” mánaði og á Tvøroyri eru vit eisini við og skipa fyri virkin Tvøroyri í oktober 2022. Hvønn dag í oktober verður eitt hugskot at síggja í bólkinum “Virkin Tvøroyri” á Facebook, ið tú kanst velja at fylgja. Sí her https://www.facebook.com/virkintvoroyri
ÁLMANAKKAR TIL BØRN, UNG og VAKSIN
Fólkaheilsuráðið hevur eisini gjørt álmanakkar til børn, ung og vaksin. Hesir álmanakkar eru fullir av góðum hugskotum, ið vit viðmæla øllum at hyggja at og vita um ikki okkurt er, ið gleði kann fáast burturúr. Álmanakkarnir síggjast sum mynd á bólkinum og kunnu eisini takast niður sum pdf her
Børn sí her
Ung sí her
Vaksin sí her
LOKAL TILTØK Í OKTOBER
Eins og tá vit høvdu “virkin juni” í fjør, so er ein ørgrynna av tilboðum lokalt og fara vit komandi dagarnir at varpa ljós á hvørjir møguleikar eru. Heldur tú at tað er eitt gott hugskot at varpa ljós á og menna sálarligu heilsuna, fylg so við í bólkinum her og “fylg og deil hann”.
VINN VIKUSKIFTI Á HILTON
Vit vilja fegin gera okkara fyri at varpa ljós á ABC-verkætlanina, tí fara vit at heita á tykkum um at leggja myndir út í bólkin “Virkin Tvøroyri” og at nýta “hashtaggini” #virkintvoroyri og #abcfyrisálarligaheilsu. Øll, ið leggja myndir út í bólkin og nýta omanfyrinevndu hashtags, eru við í kappingini um eitt vikuskiftisuppihald fyri tvey á Hotel Hilton. Gávukortið skal nýtast innan 31. desember 2022.
MEIRA UM ABC
ABC-verkætlanin hevur áhugaverdan bólk á Facebook, har til ber at síggja og lesa mangt og hvat um verkætlanina. Sí her https://www.facebook.com/abcfyrisalarligaheilsu