Tvøroyrar býráð samtykti einmælt á fundi týskvøldið 22. november fíggjarætlanina fyri 2023, sum javnvigar við kr. 111.4 mió.
Inntøkurnar frá persónsskatinum, avgjøldum og afturberingini av eldratænastuni taka støði í metingunum frá Taks og Gjaldstovuni. Rakstrar útreiðslur av vanligum kommunalum rakstri, eru settar ájavnt við mettu útreiðslurnar og framrokning fyrstu 10. mnð. 2021, meðan raksturin av Eldra- og Barnaverndartænastuni eru eftir meting av stýrinum og umsitingini.
Fíggjarætlanina 2023:
Skattaprosentið og barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarna ár, 20,9% og kr. 7.000,- fyri hvørt barni. Virðiskortið, ætlað ungdóminum úr 0 til 18 ára aldur, verður framhaldandið kr. 2.000,-. Viðvíkjandi barnaansingini er kostnaðurin hin sami fyri vøggustovu- og barnagarðspláss kr./mnd. 1.900,-, 2. barnið kr./mnd. 1.600,- og ókeypis fyri 3. barni og hareftir. Tvøroyrar býráð hevur samtykt, at í 2023 verður forskúlatilboð sett á stovn. Kostnaðurin fyri fyrsta barni verður kr. 700,-/mðr. og at goldið verður fyri 11 mðr. Forskúlaskipanin verður umfatað av galdandi avsláttarskipan hjá Tvøroyrar kommunu fyri ansingarøkið
Inntøkur:
Inntøkurnar komandi ár eru samanlagt mettar til kr. 93,1 mió, svarandi til eina øking á kr. 6,4 mio. í mun til FÆ2022. Inntøkurnar av persónsskatti eru kr. 69,4 mió, partafelagsskatti kr. 2,5 mió. Skattur av kapitaleftirlønum og av DIS og FAS er mettur til kr. 25,2 mió.
§20 inntøkur:
FÆ2022 Rentur + inntøkur kr. | FÆ2023 Rentur + inntøkur kr. | Munur |
|
850.000,- | 825.000,- | -25.000,- | Rentustuðul |
200.000,- | 640.000,- | 440.000,- | Rentur |
-22.388.000,- | -25.163.000,- | -2.775.000,- | Afturbering eldraøkið |
-65.401.000,- | 69.348.827,- | -3.947.827,- | Skattur og avgjøld 20,9% |
86.739.000,- | 93.046.827,- | -6.307.827,- |
|
Rakstur:
FÆ2022 Rakstur mió. kr | FÆ2023 Rakstur mió. kr | Munur | |
§1 -Kommunal fyrisiting | 10,9 | 10,8 | -0,1 |
§2 -Alm.-& Heilsumál | 29,7 | 30,4 | 0,8 |
§3 -Børn og ung | 16,4 | 15,7 | -0,7 |
§4 -Undirvísing & gransk | 7,0 | 8,5 | 1,6 |
§5 -Mentan og frítíð | 8.0 | 10,3 | 2,3 |
§6 -Teknisk mál | 5,4 | 6,1 | 0,7 |
§7 -Kommunal virkir | 2,7 | 3,7 | 1,0 |
80,1 | 85,5 | 5,6 |
Mettu rakstrarútreiðslurnar 2023 verða 85.5 mió.kr. §1 fyrisitingin verður samanlagt avsett nakað minni enn í 2022. §2 verður avsett nakað meira til eldraøkt, meðan minni verður játta barnaansing §3 børn og ung. Á grein §4 er meira avsett til viðlíkahald av skúla og øktan kostnað av orkukeypi. Á grein §5 er meira er avsett í stuðul til ítrótt og mentan. §6 tekniskmál er játtanin økt m.a. orsakað av øktum kostnaði til orkukeyp/olju.
Íløgur:
Ætlanin er at fremja íløgur til umleið kr. 26 mió, í mun til kr. 37,1 mió í 2022. Hetta svarar til eina minking á 30%. Íløgurnar vera fíggjaðar av rakstraravlopinum, innistandandi og lántøku á kr. 14,5 mió.
FÆ2022 mió kr. | FÆ2023 mió kr. | Munur | Ætlaðu íløgur 2023 | |
§1 | 1,6 | 0,2 | -1,4 | Dagføringar av KT útbúnaði og kampingøkinum, uppsetan av kikara á Froðbiarnakki |
§2 |
|
|
| |
§3 | 2,4 | 2,1 | 0,3 | Dagføringar á gml. barnagarði, frítíðarskúla og liðugtgerð av spæliplássum og Parkurøki. |
§4 | 3,6 | 3,3 | -0,4 | Dagføringar av skúla, ventilatión, KT útbúnaður, innbúgv, vindeygu, tekja í fimleikarhøll og útbúnaður til Forskúla. |
§5 | 0,9 | 4,8 | 3,9 | Gólv og sanitet í ítróttarhøll, dagf. á vøll við Stórá. |
§6 | 17,4 | 10,8 | -6,5 | Dagf. á Faktorhús, Posta byg., fleiri trø, parkeringsøkið við plantaguna, gøtur, kirkjugarður, vatnverkið, spillvatnætlan, miðbýarætlan/fríðkan, bussskýlir, asfalt, LED gøtuljós. |
§7 | 11,2 | 4,9 | -6,3 | Fleiri brandpostar, dýping á Drelnes, zink klossar, fendarar o.a havnalagið, Súpanarvíkin liðugtgerð, Hvítanes brúgv umvæling. |
37,1 | 26,0 | -11,1 |
|
Gjaldføri/Fíggjarpostar:
2022 ultimo Mió.kr. | FÆ2023 ultimo Mió. kr. | |
Tøkur peningur | 10,4 | 10,4 |
Goymslur og áogn | 2,9 | 2,9 |
Langfreistað skuld | 45,9 | 52,6 |
Stuttfreistað skuld | 5,5 | 5,5 |
Rakstraravlopið RLÚ | 6,7 | 7,5 |
Álíkining | 0,67 | 0,75 |
Tvøroyri hin 22. november 2022