13-01-2023
13 FLEIRI ENN FYRI EINUM ÁRI SÍÐAN
Seinastu, dagsaktuellu tølini, frá Landsfólkayvirlitinum vísa, at hin 12. januar 2022 búðu tað
1761 fólk í Tvøroyrar kommunu. Í dag, hin 12. januar 2023, eru vit 1774 borgarar í kommununi.
Hetta svarar til ein vøkstur upp á 13 fólk, ella uml. 0,7 %. Ikki ein sjónliga stórur vøkstur, men hóast alt er hetta ein vøkstur og tað er at gleðast um.
STØÐUGUR VØKSTUR SEINASTU ÁRINI
Hyggja vit aftur til 1. januar 2020 búðu tað 1707 í Tvøroyrar kommunu og øll árini síðan, hevur tað verið ein støðugur vøkstur í fólkatalinum. 1. januar 2021, 1744 borgarar, 1. januar 2022, 1763 borgarar og so 1. januar í ár, 1774 borgarar.
Sammeta vit við 1. januar 2020, so eru vit 67 fleiri fólk í kommununi, svarandi til uml. 3,9% vøkstur.
3. HÆGSTA FÓLKATAL SEINASTU 26 ÁRINI
Góða gongdin í fólkatalinum sæst eisini aftur, líta vit enn longur aftur. 1. januar 1997 búðu 1749 fólk í Tvøroyrar kommunu. Bert í 2003(1799) og í 2004(1780) hava tað búð fleiri fólk í kommununi, enn í dag.
MISJØVN GONGD Í SUÐUROYNNI
Taka vit allar dagsaktuellu tølini fyri allar kommunurnar í Suðuroynni, so er ymiskt hvussu gongdin hevur verið seinastu 12 mánaðirnir. Fyrra talið er fyri 12. januar 2022 og tað seinna fyri 12. januar 2023 og her sæst, at fyri alla oyggina er fólkatalið minkað seinasta árið.
Fámjin 82/79 = -3 / -3,7%
Hov 100/104 = +4 / 4%
Hvalba 677/665 = -12 / -1,8%
Porkeri 318/332 = +14 / 4,4%
Sumba 356/343 = -13 / -3,7%
Tvøroyri 1761/1774 = 13 / 0,7%
Vágur 1379/1362 = -17 / -1,2%
Suðuroyggin sum heild 4673/4649 = -24 / -0,5%
Hagtalskelda: Landsfólkayvirlitið, dagsaktuell tøl.