23. februar í ár fylti TBF, Tvøroyrar Borðtennisfelag, 75 ár og so at siga øll árini síðan tað, hevur Tvøroyri verið ein óloysiligur partur av føroyskum borðtennis og er tað enn.
Óteljandi føroyameistaraheiti eru komin til kommununa og tvørafólk, ella fólk, ið leika fyri TBF, hava so at siga altíð verið fastur partur av landsliðnum í borðtennis.
Í dag bleiv almannakunngjørt hvør skal við til Oyggjaleikirnir á Guernsey, í døgunum 8. – 14. juli í ár og enn einaferð fæst sjón fyri søgn, at TBF hevur ómetaliga stóran týdning fyri borðtennisítróttin í Føroyum.
8 leikarar eru úttiknir og av teimum eru ikki minni enn 5, ið hava sín uppvøkstur í TBF. Fyri TBF eru Anja Wongwai og Britt Michelsen úttiknar fyri TBF.
Systkini Durita Fríðadóttir, Fróði og Ári Fríðason Jensen, eru eisini úttikin til landsliðið – at 3 systkin úttikin til borðtennislandsliðið samstundis, er sanniliga ikki gerandiskostur. Evnini koma ikki av ongum, tí pápi Jensen-systkini, Fríði, var eisini ein sera góður borðtennisleikari fyri TBF í sínari tíð og var við á ungdómalandsliðnum og hevur vunnið FM-heitir í yngru deildunum, sum partur av TBF. Jensen-systkini spæla fyri borðtennisfelaið TÓR, í Tórshavn.
Til stuttleikar kann eisini nevnast, at Hallur Thorsteinsson, ið eisini er úttikin til landsliðið, hevur røtur á Tvøroyri, haðani bæði foreldrini koma.
Tvøroyrar kommuna ynskir borðtennislandsliðnum bestu eydnu á komandi Oyggjaleikunum.
Meiri kann lesast um úttøkuna her Oyggjaleikir: Hópurin er úttikin - Borðtennissamband Føroya (btsf.fo)