Í dag var enn einaferð vitjan í býráðssalinum, av úrmælingum úr ítróttarfeløgunum í kommununi. Siðvenja er, at kommunan heiðrar teimum, ið megna at enda ovast á tindinum og gerast føroyameistarar. Stígur kom í hesa siðvenju í fjør, men verður nú tikið upp aftur.
Í dag tók borgarstjórin ímóti umboðum fyri Tvøroyrar Borðtennisfelag - TBF, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag – FSR og Suðuroyar Judo. Feløgini hava enn einaferð fleiri góð úrslit at vísa á og er tað at fegnast um.
Fyri TBF møttu Ólavur Hammer, Hans Jacob Gaard Petersen, Britt Michelsen, Baldur Garðshamar og Benjamin Simonsen. Úrslitini hjá teimum í ár:
Ólavur Hammer: Føroyameistari í einmansleiki, smádreingir 2022-23. Føroyameistari í einmansleiki, dreingir 2022-23. Føroyameistari í tvímansleiki, smádreingir 2022-23, saman við Hans Jacob Gaard Petersen og føroyameistari í tvímansleiki, dreingir 2022-23, saman við Hans Jacob Gaard Petersen.
Hans Jacob Gaard Petersen: Føroyameistari í einmansleiki, unglingar 2022-23. Føroyameistari í tvímansleiki, smádreingir 2022-23, saman við Ólavi Hammer, føroyameistari í tvímansleiki, dreingir 2022-23, saman við Ólavi Hammer og føroyameistari í blandaðum tvímansleiki.
Britt Michelsen: Føroyameistari í einmansleiki, kvinnur 2022-23.
Baldur Garðshamar: Føroyameistari í tvímansleiki, smápiltar 2022-23, saman við Benjamin Simonsen.
Benjamin Simonsen: Føroyameistari í einmansleiki, smápiltar 2022-23 og føroyameistari í tvímansleiki, smápiltar 2022-23, saman við Balduri Garðshamar.
Nýggjasta ítróttarfelagið í kommununi, Suðuroyar Judo, stóð seg eisini væl og fekk fleiri heiðursmerkir í FM-kappingini í ár. Bjørk Enni og Dávid Simonsen gjørdist føroyameistarar.
Bjørk Enni: Føroyameistari í vektklassanum 32+ kg.
Dávid Simonsen: Føroyameistari í vektklassanum -28 kg.
Froðbiar Sóknar Róðrarfelag stóð seg væl til FM í inniróðri í ár og tveir føroyameistarar komu burturúr. Jóna Danielsen og Jóhanna Maria Olsen.
Jóna Danielsen: Føroyameistari í inniróðri á teininum 2000 m, kvinnur 55-59 TV.
Jóhanna Maria Olsen: Føroyameistari í inniróðri á tieninum 2000 m, kvinnur OB TV.
Sum áður nevnt, so tók borgarstjórin, Kristin Michelsen, ímóti úrmælingunum, ið møttir vóru við nærmastu familjuni. Hann helt eina røðu og handaði FM-vinnarunum blómutyssi, gávukort og heiðursbræv, vegna Tvøroyrar kommunu. Ein hugnalig løta, har tey, ið møtt vóru, fingu eitt gott prát, aftur við kaffi og onkrum til góman.
Tvøroyrar kommuna vil ynskja FM-vinnarunum hjartaliga til lukku við góðu úrslitinum og samstundis eisini ynskja feløgum teirra til lukku.
Tílík úrslit eru kveikjandi fyri onnur og seta heimbý okkara í sjóneykað, fyri tað góða og gevandi.
Tvøroyrar kommuna ynskir ítróttarfólki okkara bestu eydnu í komandi ítróttaravbjóðingum.