11-11-2022
Uppseting av valplakatum á Tvøroyri
Í miðbýnum á Tvøroyri verður í næstum pyntað til jólar, og ætlanin er í ár at gera nógv burturúr, fyri at skapa eitt hugnaligt umhvørvi. -Sí greinina: Gomul jól á Tvøroyri.
Tískil verður heitt á allar politisku flokkarnar og valevnini um ikki at heingja valplakatir upp í økinum í miðbýnum, ið er lýst niðanfyri:
- Á Sjógøtu/ Tvøráveg frá Betri til Suðuroyar Apotek
- Í øllum brekkum og omankoyringum í hesum økinum sum víst á kortinum
Kommunan beinir burtur plakatir, ið verða settar upp á steyrar, girðingar v.m. í miðbýnum innanfyri nevnda øki.
Sagt verður frá, at valevnini hava ábyrgdina av valplakatunum, og skulu valplakatir takast niður aftur seinast 8 dagar eftir valið hevur verið 8. desember. Eisini verður heitt á øll, ið heingja valplakatir upp, um at taka atlit til umhvørvið, veður og vind og at fylgja vegleiðingini hjá Landsverk, sum neyvt lýsir hvar og hvussu plakatir skulu setast upp. Vegleiðing kann lesast
her
Tvøroyrar Kommuna
Umsitingin