11-05-2023
ASFALTERING 2023
Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt avtalu við Kreton um at asfaltera komunalar vegir, parkeringsøkir, gøtur o.a., ið Tvøroyrar Kommuna varðar av.
Kreton asfalterar kring um á Tvøroyri í mai/juni mðr. Um borgarar -tvs. privat ella fyritøkur- ynskja at fáa asfaltera inni á privatum økjum, ber hetta til við at bíleggja arbeiði beinleiðis frá Kreton, á fartlf. 597272.
Kreton vil tá meta um arbeiði og upplýsa kostnaðin av hesum, og sendir eftirfylgjandi faktura beinleiðis til tann, sum bíleggur uppgávuna.
Tvøroyrar Kommuna
Tekniskadeild