TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - VEGLEIÐINGAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
Faks 371814
tvoroyri@tvoroyri.fo
02-02-2015

Kavarudding

Tvøroyrar Kommuna hevur seinastu árini havt avtalu við Landsverk um kavarudding.
Kavaruddingin verður gjørd eftir hesari raðfesting:

1. Høvuðsvegir, har bussleiðin koyrir og sjúkraflutningur skal koma fram til sjúkrahúsið
2. Aðrir høvuðsvegir, har skúlar, stovnar o.a. eru
3. Býlingavegir (stórkavi)
4. Íbúðavegir (stórkavi)
 
Salting
Tá ið saltað verður, er tað eftir hesari raðfesting:

1. Høvuðsvegir, har bussleiðin koyrir og sjúkraflutningur skal koma fram til sjúkrahúsið
2. Aðrir høvuðsvegir, har skúlar, stovnar o.a. eru
3. Brattar brekkur
 
Har, sum tað verður mett at vera neyðugt, letur Tvøroyrar kommuna kassar við salti til fólk at brúka.



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo