TVØROYRAR SLØKKILIÐ
Tú ert her: TVØROYRAR SLØKKILIÐ
Havnarlagið 22
800 Tvøroyri

Tvøroyrar Sløkkilið

Tvøroyrar Sløkkilið varð stovnað í 1974. Áki Dimon varð valdur til formann.
 
Tað eru 18 sløkkiliðsmenn knýttir at brandstøðini, har við er Hvalba og Sandvík saman við í sløkkiliðinun. 4 sløkkiliðsbilar eru knýttir at brandstøðina. Ein av teimum er ein Magirus Deutz. Hann hevur ein vatntanga, ið tekur 6000 litrar, og ein skúmtanga á 200 litrar. Umframt hetta hevur bilurin CO2-útgerð og eina vatn og skúmkanón. Hesin bilurin er serliga væl egnaður til eld, ið stendst av olju, og skip ið liggja við bryggju.
 
Ein annar av bilunum er ein Schania. Hesin hevur ein vatntanga, ið tekur 3500 litrar, og tvær hátrýstslangur, ið hvør er 150 metrar long. Hevur alla útgerð til eldsløkking, 5 roykkavara sett eru í bilinun, eisuni er hann útgjørdur við hydrauliskan saks, ið bevur bæði motor- og hondpumpu. Eisuni hevur bilurin ein 10 metur langan stiga, skúm útgerð og leyðsar pumpur.
 
Triði bilurin er ein Volvo Ambulance. Hesin er útgjørdur serliga til stormskaðar, oljudálking og arða bjarging.
Fjórið bilurin er ein Toyota Hiace ella ein sonevndur Pioneer-bilur. Hann hevur eina pumpu slangur og roykkavarasett til 3 mans. Hesin bilurin stendur altið í Hvalba.
 
Brandstøðin er eisuni útgjørd við oljusperrum og arðari útgerð at taka olju upp við.
Brandstøðin samstarvar við Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.
 


TÍÐINDI

Tvøroyrar Sløkkilið, Havnarlagið 22, 800 Tvøroyri