ÍTRÓTTARHØLLIN
Tú ert her: ÍTRÓTTARHØLLIN << - GREINAR
Smærugøta 9
826 Trongisvágur
28-10-2016

Eldrahugni í Trongisvági

Á bólkinum “Tvøroyri” á Facebook, varð herfyri lýst við, at eldrahugni fór at verða í kantinuni í Ítrottarhøllini í Trongisvági.

Tað var so sera gevandi at lata dyrnar upp, inn til kantinuna. Prátið gekk lystiliga millum stokkaljóðið og tað angaði av kaffi og køku. Tey vitjandi vóru væl uppløgd og í góðum lag, sum vera mann, tá ein er í góðum selskapi.

Tær báðar Hildigarð Jacobsen og Elisabeth Matras-Olsen standa fyri eldrahugnanum, ið er 14. hvønn dag. Tær tóku yvir eftir Onnu Djurhuus og Turið Dalfoss.  Henda dagin er heilt fitt av fólki komið saman – 28, fyri at vera nágreiniligur.

Tær báðar fyristøðukvinnurnar siga, at talið liggur ímillum 20-30 fólk vanliga, men at tær merkja eina uppgongd nú, ið tær eru byrjaðar at leggja tiltakið út á Facebook.  Hugsjónin aftanfyri eldrahugnan, er hugni og samvera fyri tey eldru. Tó, øll eru vælkomin, eisini ung, ið hava hug til eitt prát við tey eldru.

Eldrahugnin í Trongisvági er fyri tey í norðaru helvt og bussur koyrir til staðið, ókeypis, úr Hvalba og av Tvøroyri. Meðan kommunan vitjar, sita damurnar og binda so hugaliga, meðan prátið gongur. Viðhvørt verður skipað fyri upplestri, tónleiki og bingo og eisini hevur onkur túrur verið norðeftir. Í mai mánaði í komandi ári, er ætlanin, at eldrahugnin fer til Skálavíkar ein túr. Hetta krevur tó eitt sindur av peningi og vóna Hildigarð og Elisabeth, at tær fáa savnað nóg mikið saman, so at túrurin kann gerast veruleiki.

Kynssamansetingin er kanska heldur ójøvn í dag: Nakrar og tjúgu kvinnur og tvey mannfólk, so tær báðar eru púra samdar í ynskinum um, at fleiri mannfólk fara at møta upp. Mannfólk møta oftast upp, tá okkurt serligt er á skránni og hava kanska ikki so stóran tørv á at sita og práta. Annars koma og fara fólk hesa løtuna frá 15-18, eins og tey vilja. Tað er ikki soleiðis, a tú skalt møta tá og tá og verða verandi inntil eitt ávíst klokkuslett.

Tað er ein sannroynd at okkara stásiliga ítróttarhøll er mongum til gleði og gagns, tað er eldrahugnin eitt livandi dømi um. Hildigarð og Elisabeth eiga stórt rós uppiborið fyri at skipa fyri hesum tiltaki og er kommunan teimum sera takksom.

 




Ítróttarhøllin, Smærugøta 9, 826 Trongisvágur