02-11-2020
Andlát
Avvarðandi skulu boða frá andláti til tann, ið førir kirkjubókina í sóknini, har tann deyði búði, og so skjótt til ber boða gravaranum á kirkjugarðinum frá. Gravarin hevur fartlf. 254169.
Deyðaváttanin frá lækna ella líkskoðarum skal fylgja við fráboðanini.
Í teimum førum, fólk doyggja á sjúkrahúsinum, er tað sjúkrahúsið, ið tekur sær av at boða myndugleikunum frá andlátinum. Sí
ssh.fo .
Tey avvarðandi bíleggja sjálv kistu og útvega prest/talara, sangarar og berarar til bønarhald og jarðarferð. Eisini er tað uppgávan hjá teimum avvarðandi at seta seg í samband við gravaran í kirkjugarðinum, har líkið skal jarðast. Kommunan hevur ein líkbil, sum kann umbiðjast á tlf. 579926 ella á tlf. 611085.
Gravsteinar eru ábyrgd hjá teimum, sum standa fyri gravstaðnum. Áðrenn tú setur gravstein upp, skalt tú tosa við gravaran á staðnum.
Avvarðandi kunnu bíleggja sær pláss undir liðini á sínum kæru. Biðjast kann tó í mesta lagi um 3 pláss.
Tað kostar einki at verða jarðaður í kirkjugarðinum.
Suðuroyar Sjúkrahús hevur gjørt eina vegleiðing: