BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


28-09-2023

NÝGGJAR OG JALIGAR TÍÐIR Á TVØROYRI

Býráðsfundurin á Tvøroyri í dag, tórsdagin hin 28. september 2023, gjørdist ein søguligur dagur fyri Tvøroyri. Fyri fyrstu ferð í Tvøroyrar søgu, bleiv samtykt, at allir býráðslimir skipa seg í ein og sama valbólk, heldur enn sum vanligt hevur verði at fara í tvíningar og skipa seg í meiriluta- og minniluta valbólkar.

Á býráðsfundinum bleiv sostatt samtykt einmælt, at skipa seg í ein og sama valbólk, og at velja allir limir og tiltakslimirnir í nevndinum av nýggjum, og at føstu limirnir og tess vara limir umboða ein og sama valbólk.

Tvøroyrar býráð er umboða:  Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Kristina Roest, Alvi Mortensen, Bjarni Hammer, Jónleyg Jespersen Bech og Eyð Eidesgaard, ið er tiltakslimir fyri Súsonnu Bertholdsen, ið er í farloyvi.

Umboðini í teimum 7 føstu nevndinum í Tvøroyrar kommunu, sum samb. kap. 6. í kommunustýris-lógini §28 skulu setast til beinleiðis fyrisiting av kommunalum viðurskiftum, eru nú samansettar  soleiðis:

 

Fíggjarnevndin:

Fastur limur / Tiltakslimur

Kristin Michelsen / Anita Vibergsdóttir

Kristina Roest / Alvi Mortensen

Bjarni Hammer / Eyð Eidesgaard

 

Sosiala nevnd:

Fastur limur / Tiltakslimur

Jónleyg J. Bech / Bjarni Hammer

Anita Vibergsdóttir / Kristina Roest

Eyð Eidesgaard /Alvi Mortensen

 

Teknisku nevnd:

Fastur limur / Tiltakslimur

Alvi Mortensen / Bjarni Hammer

Kristina Roest / Jónleyg J. Bech

Eyð Eidesgaard  / Anita Vibergsdóttir

 

Mentanarnevndina:

Fastur limur / Tiltakslimur

Bjarni Hammer / Anita Vibergsdóttir

Eyð Eidesgaard / Alvi Mortensen

Jónleyg J. Bech / Kristina Roest

 

Vinnu og havnanevndina:

Fastur limur / Tiltakslimur

Anita Vibergsdóttir / Eyð Eidesgaard

Bjarni Hammer / Alvi Mortensen

Kristina Roest / Jónleyg J. Bech

 

Trivnaðar og umhvørvisnevndina:

Fastur limur / Tiltakslimur

Kristina Roest / Jónleyg J. Bech

Eyð Eidesgaard / Alvi Mortensen

Bjarni Hammer / Anita Vibergsdóttir

 
 
Býráðslimir: Eyð Eidesgaard, Kristina Roest, Kristin Michelsen, Bjarni Hammer, Jónleyg Jespersen Bech, Anita Vibergsdóttir, Alvi Mortensen
 

Dagført yvirlit fyri aðrar nevndir, samb. kap.7, §35 í kommunustýrislógini, er tøkt á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu 
 
Tvøroyrar kommuna hin 28. sep. 2023
 
Kristin Michelsen, borgarstjóri
Fróði Mortensen, kommunustjóri 
 
 
 





, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn