BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


01-12-2023

Tvøroyrar kommuna fíggjarætlan fyri 2024

Fíggjarætlanin 2024 endaliga samtykt á býráðsfundi 30. november 2023

 
Tvøroyrar býráð samtykti einmælt á fundi tórskvøldið 30. november fíggjarætlanina fyri 2024, sum javnvigar við kr. 123.3 mió.

Fíggjarætlanina 2024:

Skattaprosentið verður eins og undanfarna ár, 20,9%. Barnafrádrátturin hækkar við kr. 1.000,- úr kr. 7.000,- til kr. 8.000,-. Hildið verður áfram við at lata virðiskort á kr. 2.000,-, til øll børn í Tvøroyrar kommunu, ið tey kunna brúka sum ískoyti til luttøku til mentan- og ítróttar tiltøk.

Barnaansingar gjaldið verður framhaldandi tað sama fyri vøggustovu- og barnagarðspláss kr./mnd. 1.900,-, annað barnið kr./mnd. 1.600,- og ókeypis fyri triðja barni og hareftir, eisini letur kommuna ókeypis blæur til vøggustovu- og barnagarðspláss. 

Gjaldið fyri fyrsta barni í frítíðarskúlanum verður framhaldandi kr. 1.200,-/mðr., og goldið verður fyri 11 mðr.  Tvøroyrar kommuna heldur áfram við at lata ókeypis matarskipan 3.dag/viku til øll barnagarðsbørnini.

Tvøroyrar kommuna byrjaði á sumri 2023, at bjóða børnum í kommununi tilboð at ganga í forskúla. Luttøku gjaldið fyri fyrsta barni er kr. 700,-/mðr. og goldið verður fyri 11 mðr. Avsláttur verður latin javnbjóðis galdandi avsláttarskipan fyri barnaansingina.

Inntøkur:

Inntøkurnar komandi ár eru samanlagt mettar til kr. 95,1 mió, svarandi til eina hækking á kr. 0,6 mio í mun til FÆ2023, har samlaða inntøkan var kr. 94,5. Inntøkurnar av persónsskatti eru kr. 66,1, ið er ein minking á kr. 0,8 mio. samanborði við 2023, har persónsskatta inntøkan var kr. 66,9 mió.

Inntøkur av partafelagsskatti eru mettar at blíva kr. 2,5 mió. Skattur av DIS og FAS eru mettar til kr. 4,6 mió. Skattur av eftirlønargjøldum verður mettur blíva kr. 26,6 mio.   

Rakstur:

Mettu rakstrarútreiðslurnar 2024 verða 90.2 mió.kr. Hetta er ein øking samanborði við 2023 uppá kr. 4,7 mió. ella 5,5%. Størsti vøksturin stavar av øktum lønar útreiðslum, ið m.a. verða ásettar við lønarsamráðingum millum fíggjarmálaráðið og kommunala arbeiðsgevarafelagið. §1 fyrisitingin verður samanlagt avsett nakað meira enn í 2023. §2 verður avsett nakað meira til eldraøkið og barnaansing §3 børn og ung. Á grein §4 er meira avsett til viðlíkahald av skúla og øktan kostnað av orkukeypi. Á grein §5 er avsett áleið sama játtan til ítrótt og mentan. §6 Teknisk mál er játtanin minka nakað, meðan §7, kommunal virkir er økt, serliga orsakað av øktum kostnaði til orkukeyp/olju.

Íløgur:

Ætlanin er at fremja íløgur til umleið kr. 30 mió, í mun til kr. 29 mió í 2023. Íløgurnar vera fíggjaðar av rakstraravlopinum, innistandandi og lántøku.

Størstu íløgupostar eru skúlin, barnag.- og frítíðarskúlin, almenn spælipláss, gøtuljós LED, dagføringar og viðlíkahald av kommunalum ognum, har í m.a grøna orku løsnir, fríðkan miðbýurin, viðarlund og planting, spillvatnsætlan, asfalt, gonguteigar og vegir, kirkjugarð og bátahavnir.

Fíggjarpostar:

Avsett til rentur og avdráttir 2024 verða 5,4 mió., ætlanin er at upptaka lán á kr. 23,5 mió., til íløgur, tøkur peningur ultimo 2023 er kr. 9,5 mió, langfreistaða skuld broytist frá 2023 kr. -50,2 mió., til ultimo 2024 til kr. -70 mió., RLÚ kr. -28,1 mió., og álíkningin verður 0,68. 

Leinkja til fíggjarætlan 2024 her 
 
Tvøroyrar býráð: Kristin Michelsen, Jónleyg J. Bech, Anita Vibergsdóttir, Kristina Roest, Bjarni Hammer, Eyð Eidesgaard og Alvi Mortensen
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn