BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


14-02-2024

Kaðalgrevstur og vegagerð undir Heygnum

Tvøroyrar kommuna ynskir at bjóða borgarum undir Heygnum til fund í býráðssalinum á Tvøroyri komandi fríggjadag 16. feb. kl. 13.00, at viðgerða kaðalgrevstur undir Heygnum.

Brek er komið á sjógvkaðalin, ið liggur tvørtur um fjørðin frá Byrgishavn, sum veitur el til stóran part av Tvøroyri, og hevur SEV skund tørv, at grava nýggjan SEV háspennings kaðal úr grótbrotinum undir Akurgerði og vestur eftir vegnum undir Heygnum.

Arbeiðið er somikið umfatandi, at verandi koyrivegurin undir Heygnum, har smalast er -millum undir Heygnum 27 og Café MorMor- verður stongdur í eitt longri tíðarbil, og ynskir Tvøroyrar kommuna, SEV og arbeiðstakarin at kunna borgarar undir Heygnum um ætlanina.

Verkætlanin hjá SEV vil eisini geva kommununi møguleika at leggja nýggja spillvatnsleiðing til húsarhaldini undir Heygnum, eins og NET kemur at leggja fibur samskiftiskaðalar til heimini.

Tvøroyrar kommuna ynskir eisini í hesum sama sambandi, at hoyra borgarar undir Heygnum, um teirra sjónarmið um evt. at breiðka vegastrekkið undir Heygnum, við at flyta/burturbeina garðar, ið standa upp at vegnum?

 

Tvøroyrar kommuna 
Tekniska deild 

 
 Mynd av vegastrekkinum undir Heygnum, ið verður stongt, tá grivi verður.
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn