FRÍGGJADAGIN 6. JULI 2018
Tú ert her: FRÍGGJADAGIN 6. JULI 2018 << - GREINAR
STOVNAR


22-06-2016

Mentanarnáttin 2016: Eilif Mortansson

Áhugaverd framsýning verður um rithøvundan Eilif Mortansson í nýggju hølunum hjá skjalasavninum á Ísvirkinum. Talan er um framsýning, ið Landsbókasavnið hevur gjørt, og sum Tvøroyrar Kommuna hevur lánt til mentanarnáttina.

Eilif Mortansson er føddur á Tvøroyri 14. januar 1916, og var hann sonur Johan Mortensen, lærara úr Øravík og Kathrinu Mariu f. Nolsøe, á Tvøroyri.

 

Eilif Mortansson búði tað mesta av ævi síni í Danmark, og skrivaði hann verk síni á donskum, men fleiri av teimum eru týdd til nógv ymisk mál.

 
Millum verkini eru barnabøkur, skaldsøgur, stuttsøgur og náttúrulýsingar, og eru hesi ein týðandi partur av bókmentafrøði og bókmentasøgu okkara.
 

Hetta er samstundis fyrstu ferð, at hølini til skjalasavnið verða nýtt og í tí sambandinum fara Anita Vibergsdóttir, forkv. í mentanarnevndini hjá Tvøroyrar býráði, og Kári Jespersen, søgufrøðingur at greiða stutt frá arbeiðnum við skjalasavninum.

Hetta verður, tá framsýningin letur upp kl. 16.00.

Framsýningin er opin frá kl. 16.00-20.00 á mentanarnáttini 24. juni.

Les meira um mentanarnáttina her 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn