BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


20-06-2023

Gólvið í Ítróttarhøllini skift

Ítróttarhøllin í Trongisvági varð fyrstu ferð tikin í nýtslu í 1982 og gongur sostatt á 41. ári. Líka frá byrjan av varð lagt nógv fyri, fyri at viðlíkahaldið av høllini skuldi vera fyrsta flokks og verður hetta enn høgt raðfest. Høllin telist millum tær prýðiligastu í landinum og enn sær so at siga alt út sum fyrsta dagin.

Tílíkur bygningur krevur nógv og áhaldandi viðlíkahald og eitt tað seinasta átakið hevur verið at skifta gólvið í sjálvari høllini.

Danska fyritøkan Sport & Parquet Aps hevur skift gólvið og hevur í tí sambandinum eisini gjørt nýggjar strikur í gólvið. Í stóran mun verður høllin nýtt til flogbólt og nú er eisini ein flogbóltsvøllur uppteknaður á gólvið og høllin er klár til komandi kappingarár.

Eystara síða av høllini er eisini klødd av nýggjum í ár og durður er gjørdur eystureftir.

Á myndini síggjast, frá vinstru, Kim Thomasen, hallarvørður, Martin Øster, umsjónarmaður, Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri og Philip Hvam, frá Sport & Parquet Aps.

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn