BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


01-11-2023

Ungdómstilboð á Tvøroyri verður verandi í Pakkhús 4

Tilboð til ung í PH4 á havnarlagnum verður kortini ikki flutt.

Tvøroyrar býráð hevur gjørt av, framhaldandi at skipa øll tilboð fyri í ung í verandi Pakkhús 4, eisini nevnt PH4 á havnarlagnum á Tvøroyri. 

Sostatt er ætlanin at flyta rúsfríða tilboði fyri størri børn um vikuskiftið í avgreiðsluhølið á Sjógøtu 2, har Posta hevur havt sítt virksemið slept. Ístaðin hevur býráði samtykt, at alt virksemið fyri ung verður verandi og savna í Pakkús 4 á Havnarlagnum, hetta eisini galdandi rúsfríðum vikuskiftis tilboð fyri størri børn. 

Ungdómshúsið á Tvøroyri hevur hildið til á havnalagnum í Pakkhús 4, sum er eitt av fyrrverandi gomlu pakkhúsunum hjá T. F. Thomsen. Her hevur í nógv ár verið skipað fyri tilboðum fyri børnum og ungum mitt í viku, eftir skúlatíð. 

 
Les eisini: http://tvk.fo/divleita.asp?sid=5724&search=r%C3%BAsfr%C3%ADtt&id=
 

Tvøroyrar kommuna

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn