BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


08-11-2023

HUGNALIG LØTA Á SUÐUROYAR ELLIS- OG RØKTARHEIMI

Í gjár varð 100-ára føðingardagurin hjá Onnu Poulsen hátíðarhildin á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, har Anna til dagliga býr.
Sera nógv fólk vóru komin saman til føðingardagin. Familja var komin uttanlands, og umboð fyri Landsstýrið og Almannaverkið vóru eisini til staðar. Ein serliga stuttlig løta var, tá starvsfólk á Ellisheiminum sungu ein sang fyri Onnu – tað var sangurin “gamla Anna”, (úr sanginum Lítli Snar)ið tey høvdu gjørt til høvið.
Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, segði nøkur orð og handaði Onnu eina gávu, vegna Tvøroyrar kommunu.
Vit tóku nakrar myndir av hugnaligu løtuni, ið vit, við loyvi frá familjuni, leggja út á síða okkara á Facebook, her https://www.facebook.com/tvoroyri
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn