HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - VEGLEIÐINGAR


09-05-2014

Alment loyvi (dansiloyvi)

Ætlar tú at skipa fyri dansi, bingo ella øðrum almennum tiltaki innandura, skal eitt sokallað alment loyvi - eisini kallað dansiloyvi - fáast til høldar. Umsókn um alment loyvi skal sendast fútanum. Umsóknarblað fæst við at venda sær til fútan. Føroya Landfúti sendir síðani umsóknina til avvarandi myndugleikar:

Føroya Landfúti
Vørn
• (Arbeiðseftirlitið)
• Avvarandi kommunu

Myndugleikarnir viðgera umsóknina og senda tilmælið til Føroya Landfúta. Fútin tekur síðani støðu til, um loyvi skal gevast.

Alment loyvi (dansiloyvi) er galdandi í 5 ár.

Søkjast skal um endurnýggjan av loyvi tríggjar mánaðar, áðrenn loyvið gongur út. Eisini skal søkjast av nýggjum, tá viðurskiftini eru broytt t.d. eigaraskifti, nýtt partafelag, flyting og broyting av innrætting.


, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn