HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - VEGLEIÐINGAR


10-05-2014

Ymisk sløg av feløgum

Einstaklingavirki
Her er einans eigari, og hann hevur persónliga ábyrgd av allari skuld, sum virkið hevur. Tað merkir, at hann ábyrgdast við øllum, sum hann eigur, fyri skuldina hjá virkinum.
Einstaklingavirki eru ofta smá og finnast innan handil, handverk, landbúnað og útróður. Ofta eru virki byrjað sum einstaklingavirki og seinni umskipað til annað slag av ábyrgd.
Ein fyrimunur við einstaklingavirki er, at lætt er at fara í gongd, og eigarin skal ikki spyrja nakran eftir, tá ið avgerðir verða tiknar. Men vansar eru. Er virkið í vøkstri, kann vera trupult at fáa fígging. Vandi er eisini fyri, at eigarin missir alt, sum hann eigur, um virkið fer av knóranum.
 
Tá einstaklingavirki skal skrásetast, skal skrásetingarskjal til vinnuskránna, saman við eini rakstrarætlan, sendast TAKS.
 
 
Íognarfelag
Íognarfelag er eitt virkisslag, har tveir ella fleiri persónar reka eitt virki í felag. Tað líkist einstaklingavirkinum á tann hátt, at allir eigarar ábyrgdast persónliga, tað er, við øllum, sum teir eiga. Harumframt ábyrgdast teir solidariskt, sum merkir, at hvør einstakur hevur ábyrgd av allari skuldini, sum virkið hevur.
 
Tá ið íognarfelag verður stovnað, er umráðandi, at eigararnir gera ein sáttmála, sum sigur, hvussu nógv hvør skal seta í virkið, hvør hevur leiðsluna í virkinum, hvussu hall og avlop skulu býtast og mangt annað.
Íognarfelagið hevur tað fram um einstaklingavirkið, at fleiri eru um at seta pening í, og tí kann virkið verða størri. Ein vansi er, at tað kann verða truplari at taka avgerðir, tí fleiri skulu vera samd. Persónliga og solidariska ábyrgdin er ein annar vansi.
 
Tá eitt íognarfelag skal skrásetast í vinnuskránni, skulu hesi skjøl sendast TAKS:
  • Skrásetingarskjal til vinnuskránna, sum skal undirskrivast av øllum eigarunum.
  • Rakstrarætlan. Rakstrarætlanin kann gerast fyri eitt 12 mánaðartíðarskeið, men um tað verður mett, at munandi broytingar verða av virkseminum komandi árini er gott at gera rakstrarætlanina fyri tvey til trý ár.
  • Íognarsáttmáli. Íognarsáttmálin skal sum minsta krav innihalda upplýsingar um endamál hjá felagnum, eigarar og í prosentum hvat hvør eigari eigur í felagnum.
Íognarfeløg, har allir eigararnir eru juridisk feløg, skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya. Hesi feløg skulu eisini senda skrásetingarskjal saman við fylgiskjølunum til TAKS.
 

Áhugafeløg

Áhugafeløg hava ikki til endamáls at reka vinnu ella at tryggja ein vinning til limirnar. Eitt áhugafelag kann tó reka vinnu, men í tí førinum fer vinningurin til felagið og ikki til limirnar persónliga. Limirnir ábyrgjast ikki fyri felagið.

Tá eitt áhugafelag skal skrásetast í Vinnuskránni, skal skrásetingarskjal sendast TAKS saman við viðtøkunum fyri felagið. Skrásetingarskjalið skal undirskrivast av nevndarformanninum hjá felagnum.

Verða broytingar í felagnum skulu hesar sendast TAKS. Áhugafeløg broyta ofta ábyrgdara, og tá verður adressan ofta broytt samstundis, tí er týdningarmikið at rætta hetta í Vinnuskránni. Tað kann gerast við at senda nýtt skrásetingarskjal til TAKS.

Tá felagið ikki er virkið meira skal tað frámeldast við at senda TAKS eitt frámeldingarskjal.


Sjálvsognarstovnar
Hetta eru stovnar, har ogn og vinningur skal brúkast til endamál, sum eru skrivað í viðtøkunum.

Stovnurin ábyrgist mótvegis kreditorum við sína ogn.

Við skráseting skal saman við skrásetingarskjalinum sendast viðtøkur fyri sjálvsognarstovnin.
Skrásetingarskjalið skal undirskrivast av stjóra/ábyrgdarpersóni.
 
 
Partafelag – P/f
Eitt partafelag er eitt felag, har partaeigararnir ikki byrgjast persónliga fyri virkið.
Eitt partafelag kann verða stovnað av einum ella fleiri við at gera ein skrivligan sáttmála um stovnanina. Eisini skulu partafeløg hava sínar egnu viðtøkur, sum siga, hvat endamálið er við virkinum, hvussu stórur partapeningurin er, hvussu leiðslan er skipað, hvussu avlop og hall skulu býtast og annað.
 
Eitt partafelag er ikki til, fyrr enn tað er skrásett í partafelagsskránni hjá Skráseting Føroya. Í tíðini fram til at felagið er skrásett í partafelagskránni samábyrgjast partaeigararnir. Vegleiðing til at skráseta felag er at finna á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.
 
Skráseting Føroya skal hava at vita, hvussu stórur partapeningurin er, hvør er í nevndini, hvør er stjóri, og annað. Partapeningurin skal vera minst 500.000 krónur, og partaeigararnir ábyrgdast avmarkað fyri skuld, sum virkið hevur. Partaeigarar kunnu tí ikki missa meira, enn teir hava sett í virkið.
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki í felagnum. Aðalfundur skal vera minst eina ferð um árið. Partaeigarar hava atkvøðurætt eftir, hvussu nógv teir eiga í felagnum. Tó kunnu viðtøkurnar gera mun á partabrøvum, soleiðis at eitt slag av partabrøvum gevur tyngri atkvøðurætt enn eitt annað slag.
Ein fyrimunur við partafelagi er, at ábyrgdin er avmarkað. Partafeløg kunnu eisini útvega sær fígging við t.d. at tekna nýggjan partapening. Orsakað av m.a. tí avmarkaðu ábyrgdini eru lógarkrøv til partafeløg, og roknskapir teirra, umframt, at ársroknskapirnir eru almennir..
 
Navnið hjá einum partafelag skal vera: "P/F (navn virkisins)".

Partafeløg skulu fráboðast partafelagsskránni seinast 6 mánaðir aftaná dagfestingina á stovningarskjalinum.

Felagið skal senda TAKS skrásetingarskjal til vinnuskránna saman við viðtøkum, stovningarsamtykt og tekningarlista, har víst verður, hvør hevur inngoldið partapeningin.

Upplýsing um at eitt felag er stovnað, verður upplýst á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya
 
Smápartafelag – Sp/f
Smápartafelagið líkist partafelagnum í nógvum førum. Til dømis skal tað skrásetast í Skráseting Føroya, tað skal hava aðalfund minst eina ferð um árið, og ábyrgdin er avmarkað.
Smápartafelagið kann verða stovnað av einum ella fleiri persónum. Tað vanliga er, at fleiri eiga virkið, men ein persónur kann eiga eitt smápartafelag einsamallur. Kravið til partapening er - 80.000 krónur.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn