FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


23-07-2014

Húsavørður til Ítróttardepilin við Stórá

Tvøroyrar Kommuna søkir eftir húsavørði til Ítróttardepilin við Stórá.

Starvið er hálva tíð og fevnir um alt vanligt viðlíkahald og reingerð av húsi, vølli og økinum rundan um hesi.

Vit vænta, at viðkomandi, ið settur verður: 

  • er álítandi
  • er røkin og handaligur
  • er arbeiðssamur og hevur góð samstarvsevni
  • skal kunna arbeiða ”skeivar tíðir”

Hondverkaraútbúgving kann vera ein fyrimunur.

Starvið verður sett og lønt eftir avvarandi sáttmála.

Umsóknir v.m. skulu sendast til: 

Tvøroyrar Kommuna
Postboks 80
800 Tvøroyri

og skulu vera kommununi í hendi innan fríggjadagin 29.08.2014 kl. 12.00.

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Tummas Sørensen á tlf. 21 17 12.






, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn