FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


25-08-2017

Starvsfólk til køkin í barnagarðinum Mýrifípan.

Barnagarðurin Mýrifípan á Tvøroyri søkir eftir starvsfólki at arbeiða í køkinum 10 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávurnar eru at keypa inn, gera mat til børnini, vaska upp á middegi og gera millummála seinnapartin, 2 dagar um vikuna.

 

Stovnslýsing:

Barnagarðurin Mýrifípan fevnir um eina vøggustovu og tvær barnagarðsstovur. Tað eru 52 børn á stovnunum.

Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum.

Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur áhuga/royndir at gera mat til børn.
  • Er kreativ/ur og nýhugsandi.
  • Er opin fyri broytingum.
  • Kann hava børnini við í matgerðini.
  • Er ágrýtin, nærløgd/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Hevur góð samstarvsevnir.

Løn:

Lønin er smb. Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.

Umsókn, saman við revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Barnagarðin Mýrifípan

Att: Kari Petersen

Smærugøta 8

826 Trongisvágur

ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skal vera okkum í hendi, í seinasta lagi fríggjadagin 15. septembur, 2017, kl.12.00.

 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn