FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


10-10-2017

Gravari til Tvøroyrar Kommunu

Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum gravara til eitt týðandi og ábyrgdarfult fulltíðarstarv.

Arbeiðið fevnir um:

 
  • Ábyrgd og røkt av kirkjugarðinum
  • Taka sær av gravsetingum
  • Føra kirkjugarðsbók og kort
  • Annað fyrifallandi arbeiði í Teknisku deild

 

Vit sóknast eftir gravara, sum:

  • hevur gott yvirlit og góð evni til samstarv
  • er sálarliga og kropsliga væl fyri
  • kann arbeiða sjálvstøðugt
  • megnar at samskipa uppgávurnar saman við øðrum
  • er samkenslufullur og hevur góðar eginleikar at samskifta við fólk

 

Løn og setanartreytir:

Gravarin hoyrir undir Teknisku deild hjá Tvøroyrar Kommunu.

Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og avvarandi yrkisfelag.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.


Umsóknin, saman við revsiváttan, skal sendast til:

Tvøroyrar Kommuna
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri

og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. oktober 2017, kl. 12.00.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tummas Sørensen, býarverkfrøðingur, tlf. 211712.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn