Tvøroyrar kommuna søkir eftir hjálparfólkið til starv í
ungdómshúsinum Pakkhús 4. Talan er um fast starv
Um starvið
Ungdómshúsið er eitt frítíðartilboð hjá Tvøroyrar Kommunu.
Pakkhús 4 er opið mánadag, týsdag og tórsdag frá 1400 – 1800 og 1900 – 2300.
Í tíðini frá 1400 – 1800 eru tað ung frá 3. flokki til 7. flokk og um kvøldið eru tað
tey eldru frá 7. flokki upp til 18 ár.
Hvør eru vit:
Pakkhús 4 er staðið har børn og ung koma av áhuga. Her sleppa tey at taka ábyrgd og vera ein aktivur partur av virkseminum. Í hugnaligum umhvørvi hittast tey til prát, spøl, kunnu keypa sær okkurt gott at eta, slappa av og bara vera. Tey fáa møguleika at takast við ymiskt handaligt, tónlistarligt, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum o.s.fr
Vit sóknast eftir fólkið, sum:
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og taka initiativ
- Duga at samstarva, taka ábyrgd og verða fyrikomandi
- Verða við til at skapa eitt hugnaligt umhvørvi
- Verða jaligur og duga at samskipa ymisk tiltøk
- Gera ymiskt handaligt við teimum ungu
- Hava góðar eginleikar at samskifta
- Møta teimum ungu har tey eru
- Duga at lofta teirra hugskotum og seta tey í verk
Gerandisdagur í Pakkhús 4
- Taka væl ímóti børnum og ungum tá ungdómshúsið letur upp
- Skapa karmar og relatiónir í gera at tey ungu og børnini føla seg væl
- Práta, spæla og stimbra brúkarnir í at nýta sítt hugflog
- Seta í gongd og stuðla undir á kreativa økinum
- Gera eitt lætt ábit har tey ungu og børnini hjálpa til
Løn og setanartreytir:
Arbeiðið í Pakkhús 4 er ásett til 24 tímar um vikuna, og er lønt eftir sáttmála
millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Starvið verður sett við skúlabyrjan í august 2018
Umsókn saman við CV skal sendast til:
Tvøroyrar Kommunu
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22 juni 2018, kl 1200.
Eru spurningar eru tit vælkomin at ringja til leiðaran í Pakkhús 4, Pól Arna