FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


30-01-2019

Fimleikarhøllin dagførd

Gamla fimleikarhøllin í Tvøroyrar skúla verður nú høvuðsumvæld og nýtt gólv verður lagt á.

Tað vóru aðrar tíðir, tá fimleikarhøllin upprunaliga stóð liðug í 1958. Tá var hon stásilig á at lýta, við flottum, lakeraðum plankagólvi, rimum á veggjunum og bummum til ymiskt fimleikarligt. Tvøroyrar Borðtennisfelag, TBF, ið annars helt til á tiltiknu “Tvørátungu”, valdi at flyta sítt virksemi út í nýggju fimleikarhøllina, tí har var hiti í bygninginum.

Nógv vatn er runnið í ánna síðan tá og nú trongdi fimleikarhøllin harðliga til ábøtur. Tekniska deild hjá Tvøroyrar Kommunu samskipar arbeiðið og Kim Kambskarð, timburmeistari, hevur seinastu tíðina arbeitt við at pláta gólvið og leggja nýggjar fótlistar. Hetta er fyrireikandi arbeiði, ið skal gerast áðrenn polyurethan verður lagt á gólvið. Polyurethan kenna vit eitt nú frá vøllinum við Stórá, har “grasið” er úr hesum tilfari.

Terji Nielsen, málarameistari, stendur fyri arbeiðinum við at leggja polyurethan á. Terji sigur, at gomlu træplankarnir liggja framvegis undir plátunum, ið júst eru lagdar á, og “elastisiteturin” er varðveittur. Nýggja gólvið verður sostatt eitt rættuligt fimleikargólv og fer at kennast fjálgt at ganga á. Veggirnir skulu eisini málast í næstum.

Væntandi verður arbeiðið liðugt einaferð seint í komandi viku og er tað at vóna, at høllin kemur at vera næmingum og borgarum annars, til stóra gleði.

(Søgulig kelda: Tvøroyrar Skjalasavn)

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn