FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<


22-10-2019

Arbeiðsmenn til Tvøroyrar Kommunu

Tvøroyrar Kommuna søkir eftir tveimum arbeiðsmonnum.

 

Arbeiðsuppgávur

Undir økinum hjá Teknisku Deild og leiðslu av arbeiðsformanninum verða uppgávurnar innan vegir, kloakkir og onnur økir hjá Tvøroyrar Kommunu.

 

FØRLEIKAKRØV
Vit vænta, at tú hevur koyrikort.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast tilber og verður sett sambart sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Fyrstu tríggir mánaðarnir eru at rokna sum royndartíð.

 

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ragnar J. Guttesen, tekniskur leiðari, ragnar@tvoroyri.fo ella at venda sær til Teknisku Deild, tlf. 611085.

 

Umsóknir
Umsóknin við avriti av revsiváttan, avritum av møguligum viðmælum og prógvum, og upplýsing um royndir, skal vera Tvøroyrar Kommunu, Postboks 80, FO 800 Tvøroyri ella tvoroyri@tvoroyri.fo í hendi í seinasta lagi týsdagin 4. novembur, viðmerkt ”arbeiðsfólk”.

 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn