Søkt verður eftir 4 námsfrøðingum til barnagarðin Mýrifípan.
1 námsfrøðing 30 tímar, fast starv, frá 1. apríl 2020 ella eftir nærri avtalu.
1 námsfrøðing 30 tímar, tíðaravmarkað farloyvistarv frá 1. apríl 2020 ella eftir nærri avtalu og til 31. mars 2021.
1 námsfrøðing 30 tímar, tíðaravmarkað fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi, frá 1. apríl 2020 ella eftir nærri avtalu og til 1. februar 2021.
1 námsfrøðing 30 tímar, tíðaravmarkað fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi, frá 27. apríl 2020 ella eftir nærri avtalu og til 1. mars 2021.
Stovnslýsing:
Stovnurin liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við.Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag.
Vit vænta av tær, at tú:
- leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
- brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
- kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
- hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
- dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
- hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
- vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
- sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
- hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
Løn:
Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um námsfrøðingur ikki søkir størvini, verður hjálparfólk sett í eitt tíðaravmarkað starv. Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.
Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til kari@tvoroyri.fo og skulu tær verða okkum í hendi, seinast mánadagin 16. mars 2020 kl. 12.00.