FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<


03-03-2020

Starvsfólk til køkin í barnagarðinum Mýrifípan

Endurlýsing:

Barnagarðurin Mýrifípan, í Tvøroyrar kommunu, søkir eftir starvsfólkum til køkin.

 

Í køkinum í barnagarðurin Mýrifípuni starvast 2 starvsfólk, ið gera mat til børnini á middegi og seinnapartin, 3 dagar um vikuna.

Barnagarðurin Mýrifípan á Tvøroyri søkir eftir einum starvsfólkið, at arbeiða 15 tímar um vikuna, at byrja 1. mars 2020, ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávurnar eru, at gera mat til børnini á middegi, vaska upp og gera millummála seinnapartin, 3 dagar um vikuna.

Stovnslýsing:

Barnagarðurin Mýrifípan fevnir um tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur og ein útibarnagarð. Í løtuni eru 115 børn á stovninum.

Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur áhuga/royndir at gera mat til børn.
  • Er kreativ/ur og nýhugsandi.
  • Er opin fyri broytingum.
  • Kann hava børnini við í matgerðini.
  • Er ágrýtin, nærløgd/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Hevur góð samstarvsevnir.
  • Er yvir 18 ár.

 

Løn:

Lønin er smb. Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.

Umsókn, saman við revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Barnagarðin Mýrifípan

Att: Kari Petersen

Smærugøta 8

826 Trongisvágur

ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skal vera okkum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 16.mars 2020, kl.12.00.

 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn