Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá valt verður.
TVØROYRAR KOMMUNA
Jean Dimon, formaður í valnevndini
Fróði Mortensen, kommunustjóri