FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


03-08-2015

Løgtingsvalið 1. september 2015 - brævatkvøður og valkort

Brævatkvøður:
Hóast býráðsskrivstovan er stongd vegna summarfrí, kunnu veljarar í Tvøroyrar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, atkvøða á býráðsskrivstovuni (kunningarstovuni) í vanligari upplatingartíð, til og við 31. august 2015.
 
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 611080 í seinasta lagi 31. august 2015 kl. 12:00.
 
 
Valkort:
 - verða send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava valrætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt frá á kommunuskrivstovuni - tlf. 611080 (aftaná 17. august: tlf. 611085) - í seinasta lagi 31. august 2015.



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn