FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


01-03-2024

Kunngerð um broyting av byggisamtyktini

Vísandi til grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar Kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri, Tvørávegur 37.

 
Talan er um, at Tvøroyrar Býráð tann 27. apríl 2023 hevur samtykt fylgjandi broyting í almennu byggisamtyktini fyri Tvøroyrar Kommunu:
 
§ 29: Øki D: Havnarøki, stk. 4, verður orðað soleiðis:
 
«Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 m høgir, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 m høgir. Slík hægri bygging skal altíð sendast til almennar hoyringar.»
 
Talan er um lýsing av broyting frá 27. apríl 2023, sum er partur av broytingum samtyktar 20. februar 2023.
 
Almenna framløgan er á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, Tvørávegi 37, frá 4. mars 2024 til 25. mars 2024, báðar dagar íroknaðir, í tíðini kl. 09.00 til kl. 15.00 allar dagar, uttan leygar- og sunnudag.
 
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og møgulig broytingaruppskot mugu verða kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 15. apríl 2024. kl. 15.00, og skulu sendast til:
 
Tvøroyrar Kommuna
Tekniska deild
Postboks 80
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
 
-ella umvegis teldupost til: tvoroyri@tvoroyri.fo
 
Tvøroyri, hin 1. mars 2024



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn