FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


04-06-2024

SUMMAR – MYNDAKAPPING

Nú summarið er í hondum og dagarnir gerast longri og ljósari, so sóknast Kunningarstovan á Tvøroyri eftir góðum myndum, úr okkara vøkru kommunu.

Í hesum sambandi fara vit at skipa fyri eini summar-myndakapping, har øll kunnu vera við. Einasta fyritreytin er, at myndevnið skal vera úr Tvøroyrar kommunu og myndin skal vera tikin summarið 2024. Einaferð um vikuna leggja vit nakrar myndir út og «Myndin hesa vikuna» verður kunngjørd.
Hin 24. august, ið er fyrsti heystardagur, kunngera vit vinnarin av myndakappingini. Myndin verður tilvildarliga vald millum myndirnar, ið eru valdar at vera ”Myndin hesa vikuna” og vinningurin er eitt gávukort, frá einum av frálíku matstovunum í býnum.
 
MANNAGONGD
Myndin, ella myndirnar, skulu sendast til info@tvoroyri.fo Viðfest skal verða navn á myndatakara, telefonnummar og dato fyri myndatøku. Ynskiligt er eisini at vita staðarnavnið á myndaevninum, men tað er ikki nakað krav. Sendið endiliga myndina í fullari stødd, men fer støddin á tí innsenda upp um 20 mb, vilja vit viðmæla at nýta ókeypis tænastuna wetransfer.com , har til ber at senda størri fílur.
 
TÍÐARFREIST
Til ber at senda myndir inn frá í dag, týsdegnum 4. juni, til og við fríggjadagin 16. august. Kl. 13:00.
Kunningarstovan tilskilar sær rættin til møguliga at nýta myndirnar í marknaðarførslu síni. Verður tað gjørt, verður myndatakarin nevndur.
 
Myndina eigur: Jonas Rudolph
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn