FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


08-07-2024

MENTANARNÁTTIN 2024 LIÐUG

Enn ein vika er farin aftur um í 2024, og gjørdist hendan nakað heilt serligt á Tvøroyri. Farna fríggjadag var Mentanarnátt við alskins tiltøkum til frama fyri børn, ung og eldri. Okkara kæri býur, Tvøroyri, sum okur øll eru góð við, vísti seg frá sínari allarbestu síðu. Stolt Oyrnafjall seg speglaði í vág, og Ravnaberg hátt yvir fjørðin sá, meðan børn, ung og eldri í gleði og gleim, eru savnað at njóta ríka mentan í okkara egna heim.

Dagurin byrjaði við tónleiki á miðbýartorginum kl. 15.00, har kommunan hevði sett upp stórt telt og stóran pall. Tvøroyrar Hornorkestur spældi sum vant góðar tónar og legði gott lag á fólk. Bjarni Hammer, býráðslimur og formaður í mentanarnevndini helt røðu og bjóðaði øllum vælkomnum -kann lesast her-, áðrenn Mentanarnáttin bleiv sett av Jan Forná, ið er Tvøramaður í útlegt við stórum kærleika til Tvøroyri. 

Jan Forná hugleiddi um góðu og tryggu tíðina at vaksa upp á Tvøroyri, har hann hevur fingið gott í beini, við góðum vinaløgum, har ítróttin, hondbóltur og kappróður vóru í hásæti. Jan minti okkum á ein annan tvøramann í útlegd, Thorolf Dam, sum fyri stuttum er farin um sýn. Thorolf Dam var ein av okkara, ein tvøramaður og TB fjeppari við storum T. Hetta kemur so sera væl fram í hansara vøkru yrking ”Heimlongsul til Tvøroyri”, sum ein útiseti, búsitandi í Keypmannahavn, fær gásarhold av at hoyra. 

 
Setanarrøðan hjá Jan Forná kann lesast her
 

Nógv var á skránni..

Eftir at Ýr Ákadóttir hevði hildið pisurøðu á pallinum saman við nýklaktu pisunum, trein Vestmenn á pallinum við Ólavi Højgaard á odda. Teir vóru veruliga í essinum og spældu ein slagara fyri og annan eftir. Ein fragd at hoyra.

Á havnarlagnum var nógv á skránni. Thorshavn  sigldi flaggskrýddur um fjørðin við fólki, sum fingu møguleika at vitja mentanardepilin Salt á Drelnes. Áhugavert 112 tiltak við sløkkiliðnum, sum vísti fram teirra útgerð, eins og løgreglan og ambulansatænastan.

Tá kvøldið var komið, hevði átaksleiðarin grillað 600 pylsur til børn og vaksin, meðan børnini hugnaðu sær í skúmbaði, vatnkappingum og møguleika fyri at síggja havnarlagið úr erva frá stigabilinum. 

Dugni, ið júst hevur fingið innivist í gomlu, vøkru og søguligu pakkhúsunum hjá Tvøroyrar kommunu, hevði framsýning av teirra sera áhugaverda og tíðandi virksemi, eins og Ungdómshúsið, sum eisini heldur til í einum av gomlu pakkhúsunum hjá kommununi, sýndi fram teirra hugnaligu hølir og kreativu evnir.

Varðin Pelagic hevði opið hús og sýndi fram teirra virksemi. Møguligt var at vitja Sjótorgið, har listaframsýning og fyrilestur um fiskivinnuna fyrr og nú var á skrá, umframt at Varðin Pelagic bjóðaði alskins leskiligan úrdrátt, framleiddur úr fyrsta flokk fiskarávøru, sum Varðin Pelagic og Delta Seafodd meistarliga framleiða.

Fólk vóru boðin vælkomin at vitja okkara sera væl staðsettu kirkju undir uttara Hváli, har hon vakir yvir allan býin.

Listaframsýning í handverkarahølinum, bókaframløga í Fylking, bryggjaríið OY bjóðaði smakkroyndir í Pakkhús 5, Apotekið framdi heilsukanningar, og skipað varð fyri ponny-ríðing á parkeringsøkunum við Føroya Banka. 

Telebúðin, Føroya Banki, Betri Trygging, Løgreglustøðin, Suðuroyar Sjúkrahús og Tvøroyrar Skjalasavn høvdu opið hús við vegleiðing og tilboðum og onkrum góðum til børnini. Hotel Tvøroyri, Glasstovan, MorMor o.o bjóðaðu til borðs við teirra altíð leskiligu matskrá, og handlarnir høvdu opið út á kvøldið við alskins tilboðum til tvørafólk og gestir.

Jú, sanniliga hevur Tvøroyri nógv at bjóða sínum borgarum og gestum…

Áðrenn kvøldið endaði var uppboðssøla av málningum til frama fyri TB flogbólt, og aftaná var felagssangur, har okkara lokalu tónleikarar, Erolf Olsen, Hentzar Hammer og Terje Nielsen, saman við Marner Lisberg fingu fjøldina at syngja fosturlandssangir av hjarta. Lagið var gott, og sungið bleiv til á midnátt. 

Tvøroyrar kommuna ynskir at takka øllum luttakarum og fyriskiparum fyri enn ein góða mentanarnátt við vøkru yrkingini, sum Jan Forná hevur yrkt og bar fram til setanina av mentunarnáttini: 

Hyggi út gjøgnum gluggan á Tvørabakka
meðan tankarnir víða um fjakka
 
Gluggarnir og Oyrnafjall lið um lið
Hendan sjónin gevur mær frið
 
Minnist sum barn, tannáringur og unglingi tíðina tá,
havi aldrin yvast hvar hjarta mítt lá.

 

 
Tvøroyrar kommuna 5. juli 2024
 
Ein stutt myndarøð av Mentanarnáttini 2024 kann síggjast  her  
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn