LEITING
Tú ert her: VÍÐKAÐ LEITING
STOVNAR
VÍÐKAÐ LEITING  

Aftur til leitiúrslitið
13-02-2018

Esla - nýggjur handil á Tvøroyri

Um alt gongst eftir vild, so letur nýggjur  handil upp í hølunum, har John D. Hammer áður helt til. Tað eru tær báðar Laila A. Nielsen og unnustan Eva S. Berg, ið hava gjørt av at royna seg at reka handil.

Tær eru fyri stuttari tíð síðan fluttar heim. Laila eftir at hava búleikast á flatlondum í 24 ár og Eva eftir “trimum og einum hálvum ári og einum degi”, sum hon málbar seg. Laila hevur drúgvar royndir innan handilsvirksemið, tí hon starvaðist í 10 ár sum varastjóri og tvey ár sum handilsleiðari í Danmark. Nú, síðan hon kom heim, hevur hon starvast á Torginum í Vági. Eva er lærari í Tvøroyrar Skúla og fer at halda fram við tí, samstundis sum hon fer at vera nógv í handlinum tá hon ikki er upptikin í skúlanum.

Laila sigur, at hetta hevur verið ein dreymur nærmast frá barnsbeini av, tað at sleppa at reka sín egna handil. Handilin verður partur av Samkeyp og fer at leggja seg eftir at veita alt innan kolonialtilfar. Tær halda eisini fram við at selja skrivstovuútgerð og fara samstundis at selja nakað av ítrivstilfari og leikum. Handilin verður opin allar 7 dagar í vikuni frá 09-22.

Tær hava keypt sær ein vørubil og fara at bjóða útkoyring av vøru um alla oynna, hvønn dag. Júst hvussu tær skipa tað, eru tær ikki heilt lidnar við enn, men ætlanin er at til skal bæði bera at ringja eftir vøru og at senda teldupost.

Laila sigur, at tey fara eisini at hava nøkur heilt serlig vikutilboð, sum tey m.a. fara at lýsa við á Facebook – tær hava sett sær fyri at hava eina virkna Facebook-síðu. Tær eru í ferð við at innrætta eitt “kafé-horn” í handlinum, so fólk kunnu seta seg niður og fáa sær ein kaffimunn, meðan tey brúka ókeypis internetið, ið verður á staðnum. Kaffikvørn hava tær eisini útvegað sær og til fer at bera at keypa sær alskins sløg av kaffi.

Handilin kemur at eita “Esla – tín lokali handil”.

Tvøroyrar Kommuna ynskir Evu og Lailu bestu eydnu við handlinum.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn